Tær hava bróstkrabba í felag

Á fjórða sinni bjóðar Krabbameinsfelagið øllum kvinnum, ið eru skurðviðgjørdar fyri bróstkrabbamein til Bót til bata, sum er opið hús 23. oktobur 2007 kl. 19. Tiltakið Bót til bata er opið hús í felagshúsinum hjá Krabbameinsfelagnum.

Felagið vil fegið røkka so nógvum kvinnum, ið hava ella hava havt bróstkrabba, sum til ber; tí vónar bólkurin, at nógvar kvinnur taka av tilboðnum.

Endamálið er at hava eina hugnaliga løtu saman, har møguleiki er fyri at tosa, stuðla, hjálpa hvør aðrari og veita hjálp til sjálvhjálp. Og royndirnar eru, at kvinnurnar eru fegnar um at koma saman á henda hátt, siga umboð fyri Bót til Bata.

Bót til Bata er sjálvhjálparbólkur undir Føroya felag móti krabbameini. Bólkurin varð stovnaður í 1988 og hevur verið virkin síðan.

Í bólkinum eru kvinnur, sum eru skurðviðgjørdar í brósti. Tær hava fingið upplæring í at veita stuðul, vegleiðing og ráð til aðrar kvinnur, ið skulu skurðviðgerast ella eru skurðviðgjørdar fyri krabbamein í brósti.

Opið hús verður í hølunum hjá Føroya Felag móti Krabbameini á Grønlandsvegi 58 í Tórshavn týskvøldið 23. oktobur 2007 kl. 19.

Hevur tú hug at taka lut, vinaliga boða frá á telefon 317959, 217959 ella 217957, ella í telduposti: [email protected]