Týr hitaði upp í Hamburg

Í morgin fer Týr á pallin á risa tungmálmsfestivalinum Sweden Rock Festival, hesa vikuna hevur bólkurin fyrireika seg við nøkrum framførslum mánadagin vóru teir í Hamburg. Týr hava seinasta árið spælt nógv í Týsklandi og aðrastaðni kring Evropa, oftast sum upphiting fyri størri tónleikanøvn.

 

Men tá teir vitjaðu konsertstaðið MarX tætt við jarnbreytarstøðina í Hamburg, so var tað sum einasta navnið á skránni. Við øðrum orðum, so hitaðu teir upp til stóru framførsluni, við ikki at vera upphitingarorkestur, men høvuðsnavn

 

Eini 50-60 fólk vóru komin saman, og sambært heimildarmanni okkara Arna List vóru øll Týr fjepparin.

- Man sá tað á teimum, nógvu vóru í Týr t-troyggjum. Eg hoyrdi ein tosa um sínar upplivingar í Føroyum, og so vóru øll eisini fullkomiliga hugtikin. Ja, man hoyrdi allatíðina folk syngja við. Tað er stuttligt at standa millum týskarar, sum í fullum álvara royna at syngja tann føroyska tekstin, sum tey kenna so væl av fløgunum, ið tey hava við hús, greiðir Arne frá.

 

Hann vísir eisini á, at tá Týr spæla í Týsklandi, so plaga fólk at syngja týska tekstin við til The Wild Rover, men so var ikki hesaferð.

- Hetta vóru ordiligir fjepparar, ið ikki vildu oyðileggja sangin við sovorðnum fjasi, teir skrálaðu enska upprunatekstin við. Eg haldi hetta vísti betri enn nakað annað støðuna, ið fólk hetta kvøldið høvdu til Týr, sigur Arne.

 

Á konsertini spældi Týr nøkurlunda somu løg sum á konsertini á Christiania leygarkvøldið. Arne upplivdi Ormin Langa, sum stóra hæddarpunktið.

 

Arne sigur, at hann hitti fleiri fólk á konsertini, ið eru partar av Týr kjakforuminum, tey komu úr Berlin og Køln fyri at sleppa á konsertina.