Evstamark fyri spælaraflytingum millum føroysk fótbóltsfeløg var fríggjakvøldið. Ein av spælarunum, sum fyri langari tíð síðani boðaði frá, at hann fór at skifta felag, er Tór-Ingar Akselsen, sum hevur gjørt av at leita aftur til røturnar í Vágum.
Gloymdu spælaraloyvið
Tá avtalan varð gjørd, varð sagt, at Tór-Ingar skuldi spæla í FSV 04, sum felagið æt í fjør. Men síðani er tann broyting farin fram, at tað nú er 07 Vestur, sum er nýggja felagsliðið. Og í umskipanini av hesum tykist spæliloyvið hjá Tór-Ingari at vera gloymt.
- Vit mugu bara blankt viðganga, at eitt stórt mistak er framt frá okkara síðu, sigur Evin H. Jacobsen, sum er formaður í 07 Vestur.
- Í nýggja felagnum hava vit hildið, at øll viðurskifti við Tór-Ingar vóru avgreidd, og í FSV 04 hava tey hildu, at vit hava avgreitt málið. Og tí stendur navnið hjá spælaranum enn skrásett hjá HB í spælarayvirlitinum hjá FSF.
Heilt vónleys er støðan hjá 07 Vestur tó ikki. Reglurnar fyri spælaraskiftum loyva frávikum undir serligum umstøðum, og í felagnum vóna tey, at umstøðurnar hesa ferð eru nóg serligar.
- Vit hava í øllum førum ein spælarasáttmála, sum er góðkendur av FSF, og tí hevur eingin sum helst ivi verið um, hvar spælarin skuldi spæla. At vit so hava framt ein umsitinarligan brølara, mugu vit blankt viðganga, men vit hava so søkt FSF um at víkja frá reglunum, tí vit meta hetta sum serligt føri, sigur Eivin.