Tár og klemm

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, tekur undir við Mikkjali Helmsdal, rektara um, at burturvísingin av næmingi í Studentaskúlanum í Hoydølum, sum hevði parkerað ólógliga, skal ógildast. - Eg eri samd við Mikkjal Helmsdal, rektara um, at vit í hesum føri staðfesta, at brotið er framt, men at vit síggja burtur frá revsingini vísandi til, at viðgerðartíðin, bæði á Studentaskúlanum og í Mentamálaráðnum, hevur verið í longra lagi.

Helena Dam á Neystabø sigur, at hon tí hevur gingið áheitanini hjá rektaranum at møti um, at burturvísingin av næminginum verður tikin aftur.

Hetta skrivar landsstýriskvinnan í brævi, sum er sent miðlunum seinnapartin í dag.

Ljóshærda gentan á myndini, Karen Kristianna Gram, sum er næmingurin, ið varð burturvístur, hálsfevnir aðra gentu, og báðar eru rørdar.