– Eg havi bara bíðað eftir, at hetta fór at koma.
Soleiðis sigur Heri Joensen, sangari í rockbólkinum Týr, sum í mai mánaði fer á konsertferð í USA og Kanada.
Sea Shepherd-leiðarin Paul Watson hevur skrivað eina hvassorðaða ávaring í móti føroyska rockbólkinum Týr, og hann mælir fólki til at boykotta konsertirnar við bólkinum í norðuramerika. Bæði Watson og hansara viðhaldsfólk niðurgera Týr og Føroyar í ótespiligum viðmerkingum á Facebook.
– Hetta var væntandi, og minnir um tað, sum vit upplivdu í sambandi við konsertferð í Europa í 2014 og 2015. Tá var sama skil, og tá vórðu fimm av okkara konsertum avlýstar, tí spælistøð stúrdu fyri trygdini hjá okkum og áhoyrarunum, sigur Heri Joensen.
Hesaferð er slagmarkin USA og Kanada, men higartil eru ongar avleiðingar av herferðini hjá Wason og hansara viðhaldsfólkum, sum hava roynt at lagt trýst á fyriskiparar og spælistøð fyri at fáa tey at avlýsa konsertir við Týr.
– Vit eru væl fyrireikaðir til hetta og hava gjørt tilfar at senda til booking-fólk, spælistøð og onnur. Higartil hevur eitt spælistað spurt, hvat hetta snýr seg um, og eingin avlýsing er, sigur Heri Joensen.
Í kjakinum á Facebook standa Heri Joensen og Týr rættiliga fyri skotum, og fólk siga seg ynskja, at teirra flogfar dettur niður, og at teir verða druknaðir í blóðsjógvi.
– Hatta er vanligt kjaftaslit, sum eg eri vanur við. Fólk blíva so sannførd um eina ideologi, at tey næstan verða heilvaskað, og tað nyttar ikki at samskifta við slík fólk. Retorikkurin hjá Paul Watson er lítið frægari, og tað undrar meg, at hann skal sleppa við tí og fær umrøðu av tí. Tað er hann, sum purrar upp undir hetta ófantaliga kjakið, sigur Heri Joensen.
Týr verður á konsertferð í USA og Kanada frá 5. til 30. mai.