Hetta seinasta árið er fólkatalið ikki minkað á fleiri av teimum smáu útoyggjunum. Tað vísir seinasta uppgerðn hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum.
– Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum, staðfestur Hagstovan. Men har eru tølini smá, so tað gongur skjótt hvønn vegin.
Í Nólsoy búðu 225 fólk fyri einum ári síðani, men nú eru átta fólk løgst afturat, so nú búgva 233 fólk í Nólsoy.
Bæði í Svínoy, í Mykinesi og í Fugloy er fólkatalið vaksið eitt fólk, so nú búgva 39 fólk í Fugloy, 32 fólk í Svínoy og 16 fólk í Mykinesi.
Bæði í Kalsoy og í Skúgvoy, eru tvey fólk komin afturat, so nú búgva 77 fólk í Kalsoy og 32 fólk í Skúgvoy.
Í Dímun stendur fólkatalið í stað, og sostatt eru, enn sum áður, 10 fólk í Stóru Dímun.
Einasta undantak er Hestur, har tað búðu 20 fólk fyri einum árið síðani, men nú búgva 18 fólk í Hesti, ella tvey fólk færri. Í Koltri er støðan tann, at tað er eingin skrásettur at búgva í Koltri nú, har var eitt fólk skrásett fyri einum ári síðani.
Men tilsamans er niðurstøðan so tann, at nú eru 12 fólk fleiri skrásett at búgva á útoyggj enn tað gjørdi fyri einum ári síðani.