Týr spælir í Lognbrá

Fyrsta tiltakið, sum Sjey00 og KÍ fara at skipa fyri komandi tíðina, verður í Lognbrá leygarkvøldið

Leygarkvøldið fer rockbólkurin Týr at spæla í Klaksvík. Bólkurin við kvæðarockinum hevur spælt nógv heima og úti seinastu mánaðirnar, men teir hava ikki vitjað í Klaksvík. Men nú verður so kjansurin hjá norðoyingum at hoyra teir á palli í Klaksvík.
Konsertin við Týr verður í Lognbrá leygarkvøldið frá klokkan 23.00, og tiltakið heldur fram til umleið kl. 03.30. Krit fer at hita upp fyri Týr hetta kvøldið. Týr hevur spælt kring landið seinastu tíðina. Farna vikuskiftið vóru teir í Hvalba, har næstan 500 fólk vóru og lurtaðu.
Dansur í Lognbrá
Tað er tónleikafelagið Sjey00, sum skipar fyri tiltakinum í Lognbrá, og tað gera teir í samstarvi við Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum eigur og rekur KÍ-høllina. Hetta er bert fyrsta av fleiri tiltøkum, sum Sjey00 og KÍ koma at hava í Lognbrá komandi tíðina.
Diskotekið í Lognbrá lat aftur í mars mánaði í fjør, tí ætlanin var, at annað virksemið skuldi verið í hesum parti av KÍ-høllini, men hølini hava staðið óbrúkt síðani, og nú fer KÍ at geva dansitiltøkum innivist har aftur í eina tíð.
Kostnaðurin fyri konsertina leygarkvøldið er 100 krónur. Limir í Sjey00 sleppa inn fyri 80 krónur.