- Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum.
Tað skrivar Hagstova Føroyta, nú stovnurin hevur kunngjørt seinastu hagtølini fyri fólkavøksturin, og tá hugt verður eftir hagtølunum sæst, at vøksturin er serliga stórur í Streymoynni og Eysturoynni.
1. mai 2016 var fólkatalið í Streymoynni og Eysturoynni ávikavist 23.355 og 10.978 fólk. Eitt ár seinni er tað 23.701 og 11.176 fólk, ið er ein vøkstur á 346 fólkum í Streymoynni og 198 fólkum í Eysturoynni. Í prosentum er vøksturin størri í Eysturoynni, har hann var 1,8 prosent, meðan vøksturin var 1,5 prosent í Streymoynni.
Av hinum oyggjunum, ið hava fleiri enn 1.000 íbúgvar, er tað serliga Borðoy og Vágoy, at vøksturin líkist teimum báðu stóru oyggjunum. Fólkatalið í Borðoynni og Vágoynni 1. mai 2016 var ávikavist 5.064 og 3.144, meðan tað var 5.147 og 3.193 1. mai 2017. Tað er ein vøkstur á ávikavist 83 og 49 fólk, sum í báðum førum er ein prosentvøkstur á 1,6 prosentstig.
Í Sandoy og í Suðuroy er talan eisini um vøkstur, men er hann heldur minni enn í hinum stóru oyggjunum. 4.573 fólk búðu í Suðuroynni 1. mai 2016, meðan 4.607 á oynni 1. mai 2017. Tað er ein vøkstur á 34 fólkum og 0,7 prosentstigum.
Í Sandoynni búðu 1.225 fólk 1. mai 2016, og 1.236 fólk 1. mai 2017. Tað eru 11 fleiri fólk upp á eitt ár og ein vøkstur á 0,9 prosentstig.
Í smærru oyggjunum er tað ymiskt hvussu fólkatalið er broytt síðsta árið. Í Hesti er fólkatalið voksið við 9 fólkum, svarandi til 53 prosentstig, meðan tað í Svínoy er minkað við 7 fólkum, ið er ein minking á 19,4 prosentstig.