Um man hevur verið á Summarfestival, so eru stór sannlíkindi fyri at man hevur møtt fólkunum í teimum svørtu jakkunum við tí bláa krossinum á ?Okkara uppgáva er, at um fólk fær ov nógv at drekka, so skulu vit grípa inn,? sigur Kalli Hansen, ið er ein av teimum 16 sjálvbodnu fólkunum frá Bláa Krossi, ið eru til taks.
?Eitt nú kann tað vera, um fólk detta av, so skulu vit vakja tey, so tey ikki liggja úti og frysta. Um tað er eitt sindur álvarsamari, so ringja vit eftir samarittunum hjá Reyða Krossi,? sigur Jóhan Eliasen.
?Tað lá til dømis ein maður avdottin á bønum aftaná Westlife konsertina. Honum feilti tíbetur ikki tað stóra, so hann skuldi bara vakjast,? sigur Kalli.
?Í grundini ganga vit ikki so nógv á sjálvum festivalinum, tí her verða fólk funnin, um tey liggja avdottin óansæð. Vit ganga meira úti í síðugøtunum, har fólk ikki kemur. Um man dettur av har, so kann tað skjótt gerast vandamikið,? sigur Jóhan, ið er glaður fyri, at Summarfestivalurin loyvir teimum at virka hjá sær.