Gentur 10
VÍF - H71 9-6 (7-3)
Genturnar undir tíggju ár hjá VÍF og H71 løgdu fyri við fyrstu ungdómsfinaluni av átta í dag.
Og tað vóru mongu vestmenningarnir í høllini, ið kundu frøast tá ið dysturin var av.
VÍF eydnaðist við sera nógvum í fyrra hálvleiki, og fekk eina trivaliga leiðslu upp á 7-3 við til hálvleiks.
Seinni hálvleikur var nógv javnari, H71 hótti við at minka nógv um munin, millum annað við at senda málverjan við í álop, men VÍF helt høvdið kalt og dróg sigurin heim við úrslitinum 9-6.