Tórður er næst best í ríkinum

Fyri tveimum vikum síðani vann hann NM-bronsu fyri U20, seinasta vikuskiftið vann hann 5 gullmerki til FM og í gjár bleiv tað so til silvur, tá DM fyri vaksin var hildið á NRGi Park í Århus.

 

Tórur Mortensen vann jú DM innandura í vetur, og var tí sjálvsagdur millum favorittarnar. Spennandi var tó, hvat afturvendi Peder Nielsen var førur fyri. Hann er við sínum persónliga meti, 16,73 metrar, næstbesti trístøkkari yvirhøvur í Danmark.

 

Tað bleiv ein jøvn kapping millum Tór Mortensen og Peder Nielsen. Og so spennandi, sum tað kundi blíva. Føroyska stjørnuskotið førdi eftir fyrsta umfar og í øðrum umfari økti hann og sá fyri fyrstu ferð 15-talið, tá hann leyp júst 15,00. Peder Nielsen svaraði aftur í triðja umfari við 15,10 m.

 

Tórur Mortensen megnaði ikki heilt at matcha danan í triðja umfari, men aftursvarið var kortini bæði persónligt og føroyskt met. 15,03 m. Í fjórða umfari kom ungi føroyingurin enn einaferð við einum dyggum aftursvari og javnaði úrslitið hjá roynda dananum, 15,10 (+2,9) Men nú førdi Tórur Mortensen aftur, tí hansara næstbesta lop var betri. Peder Nielsen leyp seinasta lopið í fjórða umfarinum, og enn einaferð skifti kappingin oddamann, tá garvaði trístøkkarin lendi á 15,36 metrum.

 

Tórur Mortensen hevði enn tvey lop eftir, men megnaði ikki at svara aftur. Úrslitið er tó framúr gott, og heili tríggjar ferðir sá hann 15-talið í dag. Og hann hevur altso ikki sæð tað fyrr.  Við lopinum í dag kemur Tórur Mortensen heilt upp sum nummar 16 á listanum yvir bestu trístøkkarar í Danmark nakrantíð. Her er hann í harðari kapping við m.a. gamlar ítróttarstjørnur heilt afturi frá 60’unum og 70’unum. Seinastu trý árini er tað bara gullvinnarin í dag, Peder Nielsen, sum hevur lopið longur enn Tórur Mortensen.

 

 

Okkara besti 100 m rennari hesi bæði seinastu árini, Rúni Jacobsen, var eisini við til DM. Hann gjørdist nummar fýra í sínum riðli við 11,52 sekundum. Hann fekk eitt fitt lot beint í móti, (2,1) so enn má hann bíða eitt sindur við føroyska metinum, sum vit øll vita hann kann taka.

 

Tey fimm gullheiðursmerkini hjá Tóri Mortensen vóru í trístøkk, longdarlopið, spjótkasti, 110m rimarenning og 4x100m boðrenning.