Tórður fer til Danmarkar

Enn vil Tórður Thomsen ikki seta navn á, hvat nýggja felag hansara verður, men hann tykist ivaleysur í, at hann væl og virðiliga hevur eina framtíð innan fótbóltin

Fótbóltur

 

Tað var í heyst ivasamt, um Tórður Thomsen skuldi halda fram í málinum hjá NSÍ, ella um hann skuldi royna eydnuna í Danmark, har hann segðist hava møguleika fyri sáttmála við Vejle í bestu deildini.

Leiðslan í NSÍ bant tí um heilan fingur, og í desember mánaði skrivaðu teir sáttmála við Meinhardt Joensen, sum verður fyrsti-málverji hjá NSÍ í 2009.

Samstundis hevur tað drigið út hjá Tórði Thomsen at fáa nakran sáttmála í Danmark. Men hann sigur kortini, at hann mest sannlíkt ikki verður í Føroyum komandi kappingarárið.

- Sum tað sær út, so verður tað uttan fyri Føroyar. Enn veit eg ikki akkurát, hvar tað verður, men tað er so ætlanin.

Og tú ert kanska í samband við okkurt felag, har tú møguliga skal spæla í ár?

- Ja. Og sjálvur vóni eg, at okkurt hendir innan fyri næstu tvær vikurnar. Eg fái ikki sagt nakað um, hvar tað verður, men tað skuldi gjarna verið á einum hampuligum støði, sigur Tórður Thomsen.