Tórður roynir seg í Sound Check

15 ára gamli Tórður Dam Jac­ob­sen er í starvslæru hjá Sound Check komandi tvær vikurnar

Neli Heldarskarð, praktikantur

Tórður Dam gongur í 9.A. í Skúlanum á Argjahamri.
Hví valdi tú Sound Check?
– Tí at mær dámar tónleik sera væl. Og eg haldi, at tað er lær­uríkt at fara í ein tón­leik­a­hand­il. Eg dugi ikki serliga nógv inn­an fyri tað tekniska. Eg rokni við, at eg fari at læra nógv, meðan eg eri her.
Hvat gert tú?
– Eg ruddi og seti ting upp á pláss. Í dag hava vit m. a. sett tvey klaver saman. Eg havi eisini spælt nógv við gitt­ara, tá eg ikki havi havt so nógv at gera.
Hvat dámar tær at vera hjá Sound Check?
– Mær dámar tað sera væl.
Hevði tú kunnað hugs­að tær at arbeitt her í fram­tíðini?
– Ja, tað hevði eg væl kunnað hugsað mær.