Týr vóru feitir!

- Eg dyrki Týr!, segði ein.

- Teir vóru fantastiskir, helt ein annar fyri.

- Týr vóru einki annað enn feitir, var niðurstøðan hjá einum triðja. Týr hevur ikki spælt á føroyskum vølli, síðan við Múrin í fjør. Heri Joensen, sangarin, noyddist at sanna, at tað lá eitt trýst á teimum.

- Tað bilar einki, at eg gloymi tekstirnar, tá vit spæla uttanlands. Tað letur seg ikki gera í kvøld. Tit mugu bera yvir mær, um eg syngi skeivt, segði hann, áðrenn tungmálmsbólkurin spældi sangin um Regin Smið.

 

Ljóðið var ikki av tí besta, og tað vóru fleiri tøknilig mistøk, sum sangarin bað um umbering fyri fleiri ferðir. Tað var ikki so nógv, sum Týr kundi gera við tað. Teirra framførsla eydnaðist sum heild væl. Tað eydnaðist í øllum førum at vakja tjóðskaparkensluna hjá fleiri føroyingum.