Soleiðis við bólkinum Týr, sum eftir Prix Føroyar kappingina seinasta ár varð kosin at umboða føroyskt tónleikalív á danskari tónleikastevnu, og sum nú so rættiliga tykist hava gjørt vart við seg yviri í Íslandi. Helst er tað teirra útgáva av "Orminum Langa", sum hevur fest so í millum tónleikahugað, at Týr, sambært Sosialinum týsdagin, nú tekur stig til annan kvæðatátt og tað við "Ólavi Riddararós".
Um hetta at viðgera okkara kvæðaløg og nýta tey í øðrum sambandi enn í vanligari kvøðing, hevur orðaskifti verið. Framvegis er tað mín sannføring, at tað kann ikki vera annað enn til gagn fyri føroyska tónlist, at kvæðaløg verða tikin við inn í nútíðar tónleikalív, og at tónlistafólk vinna sær íblástur úr hesum okkara mergjaða mentanararvi. Tað má bara ikki vera so, at henda nútímansgerð broytir løgini og ávirkar forna kvøðingarlagið.
Og tað er júst tað, sum henda nútíðar útgáva av "Orminum Langa" er í ferð við at gera. Tey ungu hoyrast nú víða hvar kvøða "Glymur dansur í hødledans", og royndir vísa, at skiparar nú hava trupulleikar at hava tamarhald á hesum megnar kvæði, tí nú skal endatónin í niðurlagnum á hvørjum sinni stereotypt tenjast út, soleiðis sum Týr ger tað. Heldur ikki er tað sam-svarandi føroyskum kvøðingarlag, at Ormurin Langi nú eins og kvikligur valsur hoyrist kvøðin beinleiðis í 6/8-takt.
Hetta sagt í bestu meining, so skal verða endur-tikið, at tað er gleðiligt, at forna kvæðastevið fær endurljóð í føroyskum nútíðar-tónleiki og vinnur sær nýggjan ans hjá ungdóminum. Tað eigur m.a. Týr bæði heiður og tøkk fyri. Men umráðandi er tað, at farið verður fram við sannari innliving og fullum atliti at siðaarvinum, tá kvæðini verða brúkt í sínum upprunalíki, og tað mugu vit vóna, at hesin nú so navnframi tónleikabólkur fer at gera í sínari nýggju kvæðaútgávu.