Fótbóltur
KÍ hevur seinastu fýra árini verið mest sum einaráðandi í føroyskum kvinnufótbólti, og aftur í ár hava kvinnurnar hjá KÍ vunnið bæði steypakapping og landskapping, umframt at tær hava spælt í meistarakappingini hjá UEFA.
Men tað eru ikki bara tær vaksnu, sum duga at spæla fótbólt í Klaksvík, tí KÍ vann farna vikuskifti eisini kappingina hjá teimum yngstu gentunum ? pinkunum.
Tvey finaluumfør hava verið spæld, og tey vóru sera spennandi. Eftir fyrra umfarið, sum varð spælt í Havn, var KÍ fremst við 5 stigum, HB hevði 4, Skála 3 og AB einki.
Seinna finaluumfarið var á Skála leygardagin, og har gjørdist kappingin sera spennandi. Tá ið alt kom til alt stóðu KÍ og HB á jøvnum í stigum, men KÍ hevði betri málmun, og so kundu tær yngstu úr Klaksvík prýða seg við gulli. Skála gjørdist nummar 3 og AB nummar 4.