Tórbjørn Jacobsen til reiðar at slaka

Hann ásannar nú, at hann fær ikki undirtøku í Løgtinginum fyri at skerja fiskidagarnar 20-50%, sum hann hevur ætlað og tí er hann til reiðar at góðtaka eina minni skerjing

- Tað, sum hevur størstan týdningin, er, at føra ein miðvísan politikk og ikki lata tilvildina ráða.

Tað staðfestir Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum.

Í morgin skal Løgtingið viðgera uppskot hansara um at skerja fiskidagarnar næsta ár 20-50% fyri teir ymsu skipabólkarnar.

Men hesir seinastu dagarnir hava víst, at hann hevur ongan møguleika at fáa undirtøku í Løgtinginum fyri at seta so stórar skerjingar í verk.

Allir flokkarnir í andstøðuni hava noktað fyri at seta so stórar skerjingar í verk.

Harafturat hevur Gerhard Lognberg í Javnaðarflokkinum tikið seg úr samgonguni, samstundis sum at hann hevur kunngjørt, at hann góðtekur ikki so stórar skerjingar.

Eisini Heini O. Heinesen úr Tjóðveldinum, hevur boðað frá, at hann tekur ikki undir við so ógvusligum skerjingum.

Í løgtinginum hósdagin var hann so bersøgin at hann skuldsetti samgonguna fyri at føra fólkaflokspolitikk so tað munar.

- At skerja fiskidagarnar so nógv, sum ætlanin nú er, hevur bara eitt endamál og tað er at gera fiskidagarnar, sum eftir eru, uppaftur nógv meiri verdar, so at teir reiðarar, sum eiga nógvar dagar, kunnu ríka seg enn meiri upp við at selja teir.

Samstundis blíva teir fátæku útróðrarmenninir enn fátækari, tí teir missa so nógvar fiskidagar, at teir bara noyðast at gevast.


Tobbi vælnøgdur

Sostatt er tað púra greitt, at meiriluti er ikki í Løgtinginum fyri at seta so stórar skerjingar í verk, sum Tórbjørn Jacobsen og landsstýrið hevur ætlað.

Men tað kann landsstýrismaðurin liva við.

- Vit mugu staðfesta, at meirilutin í løgtinginum heldur, at her er nakað rívan tikið til í einum, sigur Tórbjørn Jacobsen.

Men hann er kortini væl nøgdur.

- Útsøgnin frá politikarunum prógvar, at fremsta endamálið við uppskotinum um at skerja fiskidagar, er rokkið.

- Fremsta endamálið var at broyta hugburðin hjá politikarum og tað hevur eydnast, tí nú tosa politikarar heilt øðrvísi um fiskivinnuna, enn teir hava gjørt higartil.

Hann sigur, at hansara fatan er sostatt, at politikarar sum heild taka undir við grundtankanum í uppskotinum, hóast teir halda, at skerjingin er nakað stór í einum.

- Høvuðsendamálið er at sleppa burtur úr teirri tilvildarligu stýringini, sum hevur verið og tí er ætlanin at taka eitt munandi tal av fiskidøgum burtur úr skipanini og tað haldi eg, at kjakið seinastu dagarnar vísir, at politikarar eru samdir um.

- Tað hevur alstóran týdning at taka eitt stórt tal av døgum burtur úr skipanini, at veiðitrýstið ikki er størri enn stovnarnir tola og tað er hendan tilgongdin, sum vit hava sett hol á.

- Við at taka nógvar dagar burtur úr skipanini, verður forða fyri, at ein yvirkapasitetur tekur seg upp, hvørja ferð, stovnarnir mennast, so at alt verður uppfiskað aftur eftir stuttari tíð, tí so liggja vit aftur í fiskaloysi.

Tórbjørn Jacobsen heldur, at tað er ongin vanlukka at dagarnir hesuferð ikki verða skerdir so nógv, sum hann hevur ætlað.

- Høvuðssakin er, at politikarar taka undir við aðaltankanum um at skerja veiðitrýstið niður á eitt støði, sum stovnarnir tola.

Hann heldur ikki, at tað er so alt avgerðandi, hvussu skjótt tað hendir og tí fer hann heldur ikki at krevja, at uppskotið frá honum um 20%-50%, verður fylgt.

- Hvussu nógv ferð skal setast á at fáa veiðitrýstið niður, kunnu vit altíð tosað um. Fáa vit minkað veiðitrýstið niður á eitt hóskandi støði upp á eini tvey ella trý ár, er tað eisini góðtakiligt, tí tá fáa vit ein javnari fiskiskap, har tað einans eru lívfrøðiligar orsøkir til sveiggini og ikki eitt ov stórt veiðitrýst.

Tí er hann sinnaður at góðtaka eina millumloysn.

- Hvar vit enda fer politiska viðgerðin at vísa. Men tað er eisini greitt, at vit hava eitt minstamark fyri, hvat vit kunnu góðtaka.

Hvar tað markið er, vil hann ikki siga. Men í øllum førum ger hann greitt, at hetta smáputlið at skerja 1%-2%, sum vanligt hevur verið, førir onga leið