Tórbjørn vann uttan dyst

Tað var onki stríðsval um starvið sum næstformaður í Tjóðveldisflokkinum, tí Páll á Reynatúgvu tók seg aftur Tórbjørn Jacobsen er nú næstformaður í Tjóðveldisflokkinum.

Tað er greitt, nú flokkurin heldur floksting í Vágum í kvøld.

Annars varð lagt upp til stríðsval um sessin, tí Páll á Reynatúgvu var eisini í uppskoti til at verða næstformaður.

Men áðrenn vali, boðaði sandoyartingmaðurin frá, at hann tók seg aftur.

Hann takkaði fyri álitið og helt, at tað var ein stórur heiður at verða í uppskoti.

- Nú eru í mesta lagi níggju mánaðir til løgtingsval og eg haldi ikki, at Tjóðveldisflokkurin hevur brúk fyri einum stríðsvali nú, sum kanska kann elva til rembingar upp undir valstríð. Tí gjørdi eg av at taka meg aftur fyri at flokkurin kann miðsavna seg heilt og fult um valstríðið og ikki lata eitt stríðsval nú koma í vegin fyri tjóðskapar-politikkinum.

Tí helt hann, at tað tænti flokkinum best, at hann tók meg aftur og læt frið valda.

Men annars hevur verið upp á tal at umskipa tingbólkin.

- Í allari eyðmýkt bjóðaði mær eisini fram at hjálpa formanninum fyri flokkinum á tingi at skipa arbeiðið á Løgtingi.

-Tað, sum hetta merkir í veruleikanum er, at eg bjóði mær til at verða formaður fyri Tjóðveldisflokkinum á Løgtingi, sigur Páll á Reynatúgvu.

Hvussu leikur verður við tí, mugu vit bíða eftir at sanna.