Tórgerð Høgnesen 75 ár

Í dag, leygardagin 17. september, verður Tórgerð Høgnesen í Klaksvík 75 ár. Saman við manninum hevur hon nógvu tey seinastu árini havt handil á Vágsheygnum.

Tórgerð er ættað úr Keldhúsinum í Hattarvík. Foreldrini vóru Elsa Maria og Símun Petur Thomassen. Hon var av Kirkju, og hann var úr Svínoy.
Tórgerð og Hjørleif Waag Høgnesen giftust í november í 1954. Í fjør hátíðarhildu tey 50 ára brúdleypsdagin við sera hugnaligari og væl vitjaðari samkomu í kjallaranum í Christianskirkjuni. Tá hildu tey bæði talu fyri hvørjum øðrum, og tað var bæði hugtakandi og uppmuntrandi at líða á, tá ið tey lýstu hvønn annan og greiddu frá, hvussu stóra gleði og signing tey høvdu kent í at kenna seg elskaðan og virdan av hjúnarfelaganum, hvussu stóran týdning tey sóu í hjúnarbandinum, og hvat trygga familjulívið hevði havt fyri tey.
Hjørleif hevði í mong ár bilstøð og bilverkstað. Umframt at taka sær av manni og børnum og heiminum, sum altíð hevur verið ógvuliga opið, so stuðlaði Tórgerð Hjørleifi dyggiliga í vinnuvirkseminum.
Mongu tey seinastu árini hava tey bæði rikið matvøruhandil á Vágsheygnum. Tey hava lagt nógv arbeiði í krambúðina, og tað hevur altíð verið serligur dámur at vitja í handlinum, har tey bæði hava dugað væl at tikið sær av viðskiftafólkunum. Hóast Hjørleif er farin um tey áttati og Tórgerð í dag verður sjeytifimm, so eru tey bæði framvegis løtt upp á sporið, men nú eru tað sonurin og verdótturin, sum hava yvirtikið handilin Hjá Hjørleifi.
Tórgerð er sera familjukær og trúgv. Hon vitjar, og hon ringir og spyr og fregnast og uppmuntrar, og hon er gestablíð og gávumild.
Tórgerð og Hjørleif eiga fýra børn, sum øll búgva í Klaksvík. Turið er gift Tummasi Lervig av Skála, Eyð er gift Brandi Petersen úr Havnini, Lív er gift Henry Mellemgaard úr Klaksvík, og Leif er giftur Maiken Sundskarð úr Klaksvík.
Børnini og teirra eru mest sum hvønn dag inni á gólvinum á Vágsheygnum, og tað dámar Tórgerð sera væl. Hon eigur sjey ommubørn: Jóhan, Tórður, Hjørdis, Hjørleif, Árni, Torgeir og Bogi.
Føðingardagin heldur Tórgerð saman við sínum næstu.