Tórhallur nýggjur tekniskur leiðari

Vága kommuna hevur sett nýggjan tekniska leiðara

 

Tórhallur Johansen er settur í starv, sum tekniskur leiðari hjá Vága kommuna. Tað boðar kommunan frá á heimasíðu síni.


- Tórhallur er útbúgvin byggifrøðingur og hevur drúgvar royndir við prosjekt- og entreprisuleiðslu innan fyri bygging og anleggsarbeiðið bæði úr Føroyum og uttanlands. Eisini hevur hann royndir við projektering av bæði byggi- og anleggsarbeiðum, skrivar kommunan.


Upplýst verður, at nýggi tekniski leiðarin tekur við starvinum í Vága kommunu 1. apríl.


Talan er um næsta leiðara innan stutta tíð, ið er blivin settur í kommununi, aftaná at Jóannes N. Dalsgaard í desember bleiv settur í starv sum kommunustjóri.


Starvið sum tekniskur leiðari bleiv lýst leyst umaftur í desember, tí ov fáir umsøkjarar vóru til starvið, tá tað bleiv lýst leyst fyrstu ferð. Hesaferð vóru níggju umsóknir til starvið.