Tørna til longu fyri døgurða

Síðsta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er ídag

  Tað verður sett punktum í næstbestu fótbóltsdeildini ídag. 27. umfar er á skránni.

 

 

Tað verður lagt fyri longu klokkan 11.45, tá ið B71 fær vitjan av 07 Vestur. Vesturliðið hevur tryggjað sær pláss í bestu deildini næsta kappingarár, tá ið B71 fer at spæla í triði bestu deildini.

07 Vestur hevur framvegis møguleika at vinna gull. Tað eru tvey stig fram til EB/Streym, sum í dag eigur heimavøll ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ.

 

 

NSÍ er á fimta plássi, sum ber eyka heimadyst næsta kappingarár við sær. Tað er eitt stig aftur til KÍ, sum í dag fer til Leirvíkar at spæla ímóti Víkingi. KÍ hevur møgleika at vinna fimta plássið. 

 

 

Víkingur er á sætta plássi. Tað er møguleiki fyri, at HB kann taka sætta plássið. Soleiðis verður tað, um Víkingur einki fær burturúr, og um HB vinnur á heimavølli ímóti grannunum í AB.

 

 

Fyri nøkrum vikum síðani lá í luftini, at bronsukrónurnar fóru at standa upp á spæl, tá ið Giza Hoyvík seinnapartin fær vitjan av FC Suðuroy. Soleiðis verður tað ikki. Meðan tað síðstu vikurnar hevur verið eitt sindur striltið hjá Giza Hoyvík – eitt stig í tveimum umførum - so hevur tað gingið sum eftir ánni hjá FC Suðuroy, ið væl og virðiliga hevur tryggjað sær bronsukrónurnar. Suðuroyingarnir hava vunnið fulla úrtøku átta tær seinastu ferðirnar, og FC Suðuroy hevur ikki tapt síðani 25. juni.

 

 

27. umfar

Í dag

Víkingur-KÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

EB/Streymur-NSÍ: Súni Fríði Barbá kl. 15.00

HB-AB: Rani A. Skaalum kl. 15.00

Giza Hoyvík-FC Suðuroy Bent Tommy Linklett kl. 13.00

B71-07 Vestur: Johan Petur Michelsen kl. 11.45

 

http://www.faroesoccer.com/content.php?pid=50