Eg hitti Tórodd á fyrsta sinni í Keypmannahavn, tá ið eg fór niður í 1995 at finna meg sjálvan/studera. Eg kendi sjálvandi til yrkingar hansara og árið fyri varð stórverkið “Reglur – eitt brotsverk” útgivið. Eg sá hesa bókina sum eina ógvuliga slóðbrótandi bók í føroyskum skaldskapi um tað mundið, og enn tann dag í dag er henda bók og eftirfylgjandi “Sót og søgn” (úttalast: pseudosøgn) bøkur, eg við jøvnum millumbili taki fram at lesa úr.
Vit arbeiddu saman á Oyggjaskeggja, sum vit báðir, saman við Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Rigmor Dam, ritstjórnaðu. Tá ið eg skal siga tað sjálvur, so var tíðin, vit báðir ritstjórnaðu Oyggjaskeggjan, tíðarskeiðið, har blaðið var mest slóðbrótandi. Sjálvandi var ein tíð í sjeyti árunum, tá ið Oyggjaskeggi lýsti utisetalívið í Danmark. Tíðin í sjeyti árunum kann ikki metast við tíðina, tá ið vit í níti árunum settu skemt, mál, tjóðskap og bókmentir á dagsskránna. Hetta var í teimum tíðum, tá ið Oyggjaskeggi varð kliptur og klistraður saman. So at siga ongir tøknifrøðiligir hentleikar vóru. Tóroddur Poulsen var drívmegin í hesum arbeiði, fullur av góðum hugskotum, sum nærum øll vórðu feld niður á blað. Vit plagdu at arga tann tjóðskaparanda, sum bylgdist í nærum hvørjum føroyingi og pilkaðu eisini við ta sjálvsmynd, vit føroyingar hava av okkum sjálvum. Eisini ummæltu vit og brúktu skaldskap at lýsa skaldskap. Tóroddur ummælti skaldsøguna “Rúm” eftir Carl Jóhan Jensen á sama máli, sum Carl Jóhan Jensen skrivaði skaldsøguna. Vit løgdu eisini føroyska málið undir sjóneykuna. Við hjálp frá málkønum, høvdu vit ymiskar máltættir, ið venda málinum í allar ættir. Megintátturin hjá okkum var, at so skjótt onkur kom við einari niðurstøðu, vendu vit spurninginum í aðra ætt.
Sigast má, at Tóroddur er ein ógvuliga fjøltáttaður listamaður. Hann er yrkjari, týðari, performari, grafikari og skaldsøguhøvundur. Tóroddur er ein av hesum fáu, sum ikki rópa hart um, hvussu nógv hann veit um bókmentir, og hann hevur tíðum verið lastaður fyri ikki at hava ein poetikk, (nú stendur hann so í triðja Vencili) og tí eru fleiri óhjálpnir bókmentafrøðingar, ið ikki megna at fáa greiði á skaldskapi Tórodds, men Tóroddur er helst tað listafólkið í Føroyum, sum veit mest um bókmentir, og helst er hann eisini tað listafólkið, sum er tryggast við sín egna skaldskap. Hann hevur sítt egna mál, sín egna stíl, og eftir mínum tykki, er tað soleiðis, at tá ið tú lesur ein høvund og hoyrir hann fyri tær, meðan tú lesur hann, so hevur hann megnað at skrivað fram eina rødd, sum er so egin, at ongin annar kann lesa skaldskap hansara upp.
Bókliga virksemi Tórodds, er eitt langt arbeiði undir støðugari útvikling. Á hvørjum ári gleðast vit um, at Tóroddur letur eina bók úr hondum. Herfyri kom út 21. bókin hjá Tóroddi, nevnd “Rot”. Telja vit við meistarligu týðingina “Rúm Alexandru” eftir svenska høvundin Annu Mattsson, verður rúgvan 22 bøkur. Frá hansara fyrsta yrkingasavni “botnfall” og fram til “Rot” síggja vit ein høvund, sum er vorðin meira og meira egin. Tóroddur er vorðin eitt útisetaskald, sum er føroyskari enn nakað annað skald, sum er búsitandi í Føroyum. Tóroddur nágreinir føroyska samfelagið. Hann lýsir føroyska siðvenju, ættarviðurskifti og trongskygni eins væl og sínar persónligu Føroyar.
Tóroddur Poulsen hevur eisini latið úr hondum tvær fløgur. Tann fyrra, “Veðrið eigur orð”, er ein meistarlig fløga, ið minnir nógv um fløgurnar, ið Halfdan E gjørdi til tekstir hjá Dan Turéll. Seinni kom so trídupulta fløgan við Kaj Klein og Tóroddi Poulsen. Henda fløgan er heldur ráari enn hin fyrra, og passar hon kanska betur til stílin, hann lesur upp.
Seinastu tíggju árini hevur Tóroddur roynt seg sum grafikara, og eisini har er hann egin. Hansara arbeiði í Grafiska verkstaðnum hevur ført Tórodd fram móti sínari persónligu listarligu heild. Eins og Tóroddur brúkar málningalistina í sínum yrkingum, so brúkar Tóroddur eisini skaldskapin í sínum grafiska arbeiði. Orðini og setningarnir eru við til at byggja myndina upp, meðan pensilin og litirnir eru við til at byggja yrkingarnar upp. Tá ið eg í áðni nevndi, at arbeiði hansara er undir støðugari menning, er sjálvandi talan um heildina í listarliga arbeiði hansara. Onki er latið til tilvildina at ráða. Allar listagreinirnar eru væl gjøgnumhugsaðar og verða frambornar í sama ótroyttandi listamanni, ið skrivar lívið fram í ljósið.
Tað er nærum ógjørligt at lýsa ein so fjøltáttaðan listamann í eini føðingardagsheilsan, men fyri at lýsa Tórodd við at læna eina yrking eftir ein av fyrimyndum hansara, danska stórskaldinum Peter Laugesen, so sigur hann soleiðis:
Har situr ein drongur
í einum gomlum stóli
á takinum
á einum niðurtiknum húsum
og syngur
(Trashpilot: 2000)
Hvørja ferð ein yrkjari setir pennin niður á pappírið, og eitt orð verður skrivað, verða samstundis milliónir av óskrivaðum orðum løgd aftur at tí skrivaða. Tað er við teimum óskrivaðu orðunum, at vit skilja tey skrivaðu orðini, og tí er skaldskapur Tórodds ikki altíð so lættur at skilja, tí at tey óskrivaðu orðini eru tengd at lívsførninginum, sum lesarin hevur við sær. Hóast Tóroddur er torskildur í støðum, so er hann eitt so mikið stórt og týdningarmikið skald, at fólk ikki skulu himprast við at kasta seg við gleði yvir list hansara. Tað er í listini at hann livir.
Eg vóni, at tú í mong ár fram fer at geva okkum árligu bókina við Tóroddskum yrkingum. Eg ætli mær, ið hvussu víkir og vendir at kava djypri og djypri niður í listaheimin hjá Tóroddi Poulsen.
Hjartaliga til lukku
Oddfríður