Tóroddur vendir innvølunum út

Fortíðin býr í innvølunum staðfestir Tóroddur Poulsen, sum fer á eina paranoida ferð aftur í tíðina í nýggju prosabókini Útvølir


Nýggju bók sína Útvølir hevur høvundurin Tóroddur Poulsen ognað teimum sum einki skilja. Samstundis avdúkar hann, at hendan prosabókin er skrivað undir arbeiðs¬heitinum "Fortíðin býr í innvølunum", so tað ger einki, um lesarin ella lesarinnan eisini hevur hetta heitið í huga, tá hann ella hon lesur bókina. 



Kanska stuttligasta bók á føroyskum

Inngangsorðini enda við staðfestingini: Einki passar. So er tann speiska kósin væl og virðiliga sett. Ongin vanligur tíðarsamanhangur er ímillum stubbarnar, men lagt verður fyri á okkara døgum, og síðani verður ferðast aftur í tíðina bæði í Havn og Keypmannahavn. Bókin er á tremur av stuttligum og neyvum myndum av persónum og hendingum.

Sambært forlagnum íður bókin eisini í rámandi orðingum sum hesari: ”Veit ikki um eg elskaði teg. Men tað var gott at halda um teg og at halda av tær. Eg eri tó vísur í, at eg elskaði teg, tá tú bað meg fara frá tær”. Somuleiðis, tá ið hann verður skeldaður út fyri at koma skít aftur úr býnum og svarar: ”Hvat eg skuldi fara í býin til um eg skuldi fara á møti ella hvat og rópa halleluja saman við hinum sum ikki nýttust at drekka seg skít tí tey vóru so skítbýtt frammanundan”.

Útvølir eftir Tórodd Poulsen er tíðum surrealistisk og merkt av paranoia, men um somu tíð ivaleyst skemtiligasta bók, ið er komin á føroyskum nakrantíð, sambært forlagnum. 



Tóroddur Poulsen: Útvølir. Prýdd við myndum eftir høvundan. Mentunargrunnur Studentafelagsins, 186 bls.