Tórsgøta tað føroyska svarið uppá Broadway

Fyrstu dagarnar av juni mánaði verður Tórsgøta umskipað til ein stóran tónleikapall, har einir 70 føroyskir bólkar fáa møguleika at framføra sín tónleik.
Hetta skal gerast ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik. Tað er gott at verða kendur herheimi, men úti í heimi liggur tann stóri marknaðurin.

Hetta skal verða tað besta av tí besta, sum vit eiga innan føroyskan tónleik. Samstundis skal hetta verða eitt tiltak sum er fyri øll, frá nýføðinginum og upp til tey 100 ára gomlu.
So stórar eru visjónirnar fyri tónleikatiltakið ASFALT, sum fer av bakkastokki í Havn fríggjadagin 2. juni.
Hetta verður helst tað størsta tónleikatiltakið yvirhøvur, tí væntandi verða einir 70 ymiskir tónleikabólkar og kór við hesar dagarnar.
Ætlanin er at lata Tórsgøtu aftur hesar báðar dagarnar, sum hetta tiltakið varir. Ístaðin fyri eina gøtu við ferðslu, verður gøtan umskapað til ein stóran tónleikapall.
Ja, fyrireikararnir siga bart út, at henda gamla og søguliga gøtan so líðandi skal gerast tað føroyska svarið uppá Broadway í New York.
Uttandura verður ein stórur pallur, og innandura verða seks smærri pallar til allar hesar ymisku tónleikabólkarnar sum fevna frá føroyskum dansi, gospel og kórsangi heilt til heavy metal tónleikin.
Tiltakið í ár er kortini bert ein lítil byrjan til eitt tiltak, sum vónandi fer at mennast enn meiri framyvir. Komandi ár er ætlanin at gera uppaftur meiri burtur úr.
Vit ynskja at hetta skal gerast ein sýnisgluggi hjá føroyskum tónleiki út í heim. Teir hava mangan trupult við at sláa ígjøgnum har. Men nú skulu vit so fáa ummælarar, konsertfyriskiparar og onnur tónleikahugað hendavegin.
Hvat tað so kann føra til, tað vil so bara framtíðin vísa, sigur Annlis Bjarkhamar, sum saman við Boga Andreasen stendur fyri tiltakinum.
Høvuðsstuðlar fyri tiltakinum eru Tórshavnar kommuna og Føroya Banki.

Ein gáva til menning
Tað kann fyri mong tykjast løgið, at Føroya Banki er við til at stuðla einum slíkum tiltaki. Men tað heldur stjórin, Janus Petersen ikki.
Vit eru sera fegin um at kunna verða við at stuðla føroyskum tónleiki á henda hátt.
Vit síggja og hoyra, hvussu føroyskur tónleikur er á veg frameftir, og vit hoyra eisini um, at vit eru í ferð við at fáa okkara egnu heimsstjørnur. Slík menning er allan stuðul verd, sigur hann.
Endamálið við teirra stuðli til tiltakið er at fáa enn meiri lív í føroyskan tónleik. Neyðugt er at fáa tann føroyska tónleikin inn á føroyska marknaðin og ikki minst út á tann stóra útlendska.
Nei, vit hava onga orsøk at krógva okkum burtur, tá talan er um tónleik.
Okkara stuðul skal tí verða ein gáva til menning av føroyskum tónleiki, segði tann tónleikahugaði stjórin í Føroya Banka.
Hann vísti eisini á, at hóast Føroya Banki nú líður ímóti teimum eitthundrað árunum, so ynskir hann eisini at vera ein ungdommiligur banki.
Miðað verður eftir, at gera Tórsgøtu til eitt trekkplástur til mentunarlig tiltøk og eisini til tónleik. Hetta tiltkaið í juni mánaði er bara byrjanin til nakað stórt.

Avlop til spælistað
Fyriskipararnir av hesum stóra tiltakinum leggja dent á, at talan er um eitt tiltak og ikki ein festival.
Ætlanin er í fyrsta lagi at savna allar tónleikarar í Føroyum, og samstundis geva teimum ein nýggjan og góðan pall at framføra sín tónleik á.
Hetta skal verða eitt tiltak, har tónleikur og bara tónleikur eru á skránni. Tá talan er um ein festival er talan oftari um eina heildaruppliving við fleiri ymiskum tiltøkum.
Ein annar munur er, at allur ágóðin av tiltakinum fer í ein grunn, hvørs endamál verður at stuðla føroyskum tónleiki.
Vit vænta eitt fitt avlop av tiltakinum, og er ætlanin síðani at hetta skal vera við til at skapa karmar fyri einum veruligum spælistaði.
Hetta er eitt hjartamál hjá nógvum, og nú eru so útlit fyri at tað kann gerast veruleika einaferð, sigur Annlis Bjarkhamar.


70 bólkar
Ætlanin er at fáa einar 70 føroyskar bólkar við til tiltakið. Tað vil aftur siga, at her verða eingi útlendsk nøvn við.
Enn er ikki kunngjørt hvørji nøvn verða við, men um ein mánað ella so verða tey fyrstu nøvnini avdúkað. Samstundis við hetta verður ein heimasíða sett á stovn, har kunnað verður meiri um tiltakið.
Ætlanin er at steingja Tórsgøtu av, og væntað verður at eini 2500 fólk verða við til tiltakið. Økið, har tiltakið verður hildið á, fevnir um einar 2000 fermetrar.




ASFALT eingin orsøk til hoyfepur

Til hetta stóra tiltakið, sum verður í døgunum 2. til 3. juni hevur ReproZ gjørt eitt búmerki.
Búmerkið er eitt runt skelti við heitinum á tiltakinum inni í.
Asfalt er eitt urbant navn, sum heilt tilvitað skal standa í andsøgn við hinar føroysku festivalarnar: Her er einki gras, eingin tøðroykur, ongar tøvdar húgvur og einki tjaldingarpláss.
Hinvegin so fáa fólk cappuccino, stiletthælir, designarabrillur og hotellpláss.
Karmur um hesar tónlistarligu upplivingarnar er Tórsgøta, sum ætlandi skal verða tann komandi mentanargøtan í Havn, og so líðandi skal gerast tað føroyska svarið uppá Broadway.