Fyri hálvum mansaldri síðani vóru mong frítíðarfeløg, ella sonevndir ølklubbar, stovnaðir og í kjalarvørrinum av tí kom eitt livandi tónleikaumhvørvi,
Ikki tí, støð sum bygdarhúsið á Stondum, Glyvra Bio, TB-húsið á Tvøroyri, og fleiri onnur støð, heilt úr Sumba til Viðareiðis vóru, sum hildu lív í almenna dansinum, uttan at skonkt var.
Hendan siðvenja við dansi bæði fríggjakvøld, leygarkvøld og enn tá eisini sunnukvøld, helt á heilt fram til aldarskiftið, men so kom stígur í.
Í høvusstaðnum hevur altíð verið øðrvísi dansi viðvíkjandi enn úti á bygd, og við ølklubbunum nørdist sonevndi live-tónleikurin, og nógv nýggj nøvn komu fram ta tíðina, hesir klubbar virkaðu.
Uttan fyri Havnina vóru støð sum Klaksvíkar Klubbi, Fuglafjarðar Klubbi, Tvøroyrar Klubbi, Vágs Klubbi, har ofta var dansað, og í Havn var Kaggin sprenfullur hvørt fríggjakvøld og hvørt leygarkvøld og Mimir fylgdi tropp, men nú er Mimir, eins og Kaggin og allir hinir klubbarnir søga, - tó, uttan ein teirra.
Eftir av sonevndu ølklubbunum er bert tann eini eftir, sum seinastu árini hevur virkað undir øðrum navni sum var Café 22. Tó skal viðmerkjast, at Havnar klubbi hevur sína serstøku og egnu søgu
Men nú er staðið, har Cafe 22 helt til, aftur fingið navni Tórshøll, og er soleiðis endurstovnað, av nýggjum eigarum,og ætla hesir at spíla seg út, og hava sett sær fyri at endurskapa tað tónleikaumhvørvið, sum var, og sum mongum kanska leingjast eftir.
Í næstum verður ein roynd gjørd at hava livandi tonleik fríggjakvøld, har vísusangarar ella trobadurar við gittara ella øðrum ljóðføri og sangi aftur seta lív í fjøldina, og skapa hugna og gleði við frálikum tónleiki, so sum tey flestu kendu fyrr frá eitt nú Mimir.
Leygarkvøld verður tó framyvir tann vælsvingandi dansitónleikurin at hoyra, og í hesum sambandi er tí nýtt og gott ljóðannlegg sett upp. og framyvir verður frálika hugnaligi kjallarin í Tórshøll aftur opin.