Tórshavn og Aberdeen byrja oljusamstarv

Samstarvsavtalan millum Havnina og Aberdeen varð undirskrivað í gjár á básinum hjá Aberdeen kommunu á altjóða oljumessuni í býnum

Jan Müller

ur Aberdeen


Hóast talan er um eitt breitt samstarv á nógvum økjum frá handli til ítrótt og mentan, sýnist samstarvsavtalan, sum Leivur Hansen, borgarstjóri og Margareth Smith, borgarstjóri undirskrivaðu fyrst og fremst sprottin úr tí útviklingi, sum er og verður á oljuøkinum.

Tí var oljumessan í Aberdeen eisini rætta høvi til undirskriving av avtaluni Margareth Smith fegnaðist um, at tað nú verður økt samstarv millum báðar býirnar, og legði hon serligan dent á avtalurnar um sjóvegis rutusamstarvið millum Tórshavn og Aberdeen.

Leivur Hansen, borgarstjóri vísti á nógvar ótroyttar møguleikar fyri samstarvi og segði, at m. a.:

? Vit eru samd um formliga at knýta samband millum okkara øki fyri at stuðla vinnulívi og handli bæði á okkara heimamarknaði, men eisini uttanlands, har møguleikar eru at samskifta innan privata og almenna økið, og har vit hava felags áhugamál. Harumframt vilja vit menna og víðka um verandi samskifti okkara á mentanarliga og útbúgvingar økinum havandi í huga nærskilda søguliga samband okkara.

Leivur Hansen nevndi eisini, at ætlanin er at seta eina felags nevnd, sum skal taka sær av teimum ymsu ætlanunum. Í nevndini skulu vera seks limir út hvørjum býi. Hesir skula eisini vera umboð fyri vinnulívið.

Nevndin skal møtast á hvørjum ári antin í Aberdeen ella í Tórshavn.