Freistin at søkja um stuðulslán frá landskassanum til at byggja røktarheim er úti í dag, og Tórshavnar og Viðareiðis Kommuna hava søkt Tað stendur skrivað á heimasíðuni hjá Kringvarp Føroya í dag.
Klaksvíkar býráð samtykti í síðstu viku at søkja um stuðul til nýtt røktarheim til 48 fólk í Klaksvík.
Men umsóknin úr Klaksvík er enn ikki komin til Almannamálaráðið.
Almannamálaráðið hevur tilsamans 95 milliónir at býta út í stuðulsláni til kommunur, ið vilja byggja røktarheim næstu trý árini.
Av teimum 95 milliónunum eru 46 longu játtaðar til røktarheim, sum Tórshavnar, Vestmanna, Svínoyar og Vágs kommunur hava søkt um stuðul til fyri nøkrum árum síðani.
49 milliónir eru eftir til kommunur, ið nú vilja søkja um studningslán til nýggj røktarheim ella eldrasambýli. Tær røkka til 70 búpláss.