Tórshavn sum fyrimynd

Rúni Djurhuus, Varabýráðlimur fyri javnaðarflokkin
----

Tað er ikki altíð neyðugt at hyggja eftir grananum, tá ið grannin kann hyggja eftir okkum! Tórshavnar kommuna hevur ørgrynnu av mentanar- og ítróttartilboðum, sum borgarar í Tórshavn njóta ágóðan av. Tá ið tað er sagt, skulu vit ikki leggja okkum hendur í favn, tí so dettur drive-ið burtur.

Tilboðini skulu framhaldandi mennast.

Fyri nøkrum árum fóru borgarar í Tórshavnar kommunu at renna, tí stórur dentur varð lagdur á rørslu og heilsu. Sum við øllum øðrum í lívinum, gerst kroppurin skirvin við árunum. Knøini fara av mongu kilometrunum, liðir og liðbond gerast viðbrekin, men tað skal ikki forða borgarunum í Tórshavnar kommunu at fáa góða heilsu. Tískil skulu vit gera súkklubreytir, so at borgararnir framhaldandi fáa møguleikan at betra um heilsuna.

Hetta er harafturat í tráð við mína áskoðan um eina grøna Tórshavn.

Vit skulu tora. Vit skulu hava dirvið og huflog, tí eg áður havi prógvað, at tað ikki er ómøguligt at fáa stór nøvn sum Medinu at koma til Tórshavn.

Við at gera omanfyri nevndu broyting, gera vit Tórshavnar kommunu til eina fyrimynd, har granarnir hyggja eftir okkum!