Klokkan trý um dagin spældi hornorkestrið "Eg oyggjar veit". So helt býráðsformaðurin talu, og aftaná spældi orkestrið "Det er et yndigt land". Eisini var fýrverk á brimgarðshøvdinum. Seinni um kvøldið var føroyskur og enskur dansur ókeypis í Sjónleikarhúsinum og í Tórshøll, og býráðið bjóðaði til døgurða umborð á ferðamannaskipinum Tjaldrinum, sum lá við nýggju bryggjuna.
Tað var longu í 1866, at havnarfólk ynsktu havnarviðurskiftini betrað, men ikki fyrr enn einaferð í 1920-unum kom gongd á havnabyggingina í Havn.
28. apríl 1905 staðfestir løgmálaráðið eina havnareglugerð fyri Thorshavns Kommunes Havnevæsen, og Johs. Nicolajsen (Jóannes í Pætursastovu) (1857-1933) var fyrsti havnaumsjónarmaður í Havn.
Fyrsti havnarmeistari var Hans Jacob Michelsen (Hans Jakku í Dalólastovu) (1878-1943). Hann var havnarmeistari frá 1. desember 1929 til 31. desember 1941.
Petur Nicolajsen (Petur í Pætursastovu) (1883-1959) var havnarmeistari frá 1. januar 1942 til 31. mars 1954, Sophus Dal-Christiansen (1888-1969) var havnarmeistari frá 1. apríl 1954 til 15. september 1958.
Høgni Mohr var havnarmeistari frá 15. september 1958 til 1. apríl 1988, tá Pauli Hansen bleiv havnarmeistari.
Síðan 1. januar 1993 hevur Jónsvein Lamhauge verið havnarmeistari við Tórshavnar Havn. .
Hjá Tórshavnar Havn eru í dag 14 starvsfólk.