Føroya Náttúru- og umhvørvisverndargfelag, FNU, hevur nú meldað Tórshavnar Havn til løgregluna.
Tórshavnar Havn verður meldað fyri, regluliga og tilvitaða at dálka náttúruna við plasti. Talan er um plast sum stavar frá arbeiðnum á Glyvursnesi at spreingja grót, sum verður brúkt til at byggja Tórshavnar Havn út við.
FNU sigur, at í mars í fjør varð klagað um, at plastleidningar skolaðu upp á land.
Trupulleikin varð tó ikki loystur, og eingin vilji hevur verið til at skilja plastið úr grótinum, sigur FNU. Tey siga, at annars er tað lógarkrav, og krav sambært umhvørvisgóðkenningini hjá Tórshavnar Havn, at burturkast verður latið brennistøðini hjá Tórshavnar kommunu.
– Tað eigur ikki at henda, at grót við plastleidningi í, verður søkt og Tórshavnar Havn hevur skyldu til at trygga, at plast ikki er í grótinum, tá grótið verður koyrt á sjógv, sigur FNU
Tey vísa á, at í Noreg hevur ein kommuna fingið 400.000 krónur í bót fyri at dumpa grót við plastleidningum í. – Plast er ein stórur umhvørvistrupulleiki, og hoyrir ikki heima í náttúruni, har tað dálkar umhvørvið, sum bæði djór og menniskju liva í, sigur FNU