Tórshavnar havn ruddar bátaplássini

Tórshavnar havn fer nú at rudda bátaøkini í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði fyri tómar bátavognar og bátastólar Tað standa nógvir tómir bátavognar og bátastólar í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði. Hesir hava bara loyvi at standa á økinum, um bátur stendur á teimum. Tá báturin er flotaður ella fluttur til annað stað, skal bátavognurin flytast av økinum innan eitt samdøgur. Verður hann ikki tað, verður vognurin/stólurin burturbeindur fyri eigarans rokning og ábyrgd, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.

Eisini skulu allir bátavognar og bátastólar, sum standa á økinun, verða merktir, soleiðis at Tórshavnar havn veit, hvør eigur teir.

Tað standa eisini nakrir bátar á økinum í Álakeri, á Argjum og í Kollafirði, sum einki frámerki hava, ið vísir, hvør eigur hesar bátar. Um navn og nummar ikki stendur á bátinun, skal eigarin seta annað frámerki á bátin, sum sigur hvør eigur hann. Er báturin ikki merktur eftir fyriskipanini, verður hann burturbeindur av økinun, fyri eigarans rokning og ábyrgd.

Vognar, stólar og bátar, sum standa ómerktir á økjunum hjá Tórshavnar havn eftir 1.

november 2007, verður burturbeind fyri eigarans rokning og ábyrgd, sigur kommunan.