TÓRSHAVNAR HAVN
Hjá Tórshavnar havn er tað galdandi, at serliga nýggja Norrøna ger, at neyðugt er við 33,7 mió. í eykajáttan í ár. Peningin eigur Tórshavnar havn tøkan.
Fyri tað nógva er talan um byggiverkætlarnir, ið eru dýrkaðar. Eitt nú dýpingin við eystaru bryggju, ið gjørdist nógv seinkað av granatum og øðrum góðum, ið vístu seg at liggja goymd í havbotninum.
Tað er tó serliga nýggja Norrøna og nýggja suðuroyarskipið, ið hava gjørt rokningina hjá Tórshavnar havn og harvið Tórshavnar kommunu til væl størri, enn upprunaliga varð ætlað.
?Tað hevur víst seg, at bæði landið og Smyril Line ikki hava kunnað goldið sín part í torninum, ið verður landgongdin hjá ferðafólki. Hetta ger so, at vit mugu gjalda allan kostnaðin, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri.
Men tað verður ikki uttan treytir, at Tórshavnar kommuna fer at gjalda so mikið nógv.
?Upprunaliga ætlanin var, at kommunan, landið og Smyril Line skuldu gjalda hvør sín triðing. Landið og Smyril Line hava boðað frá, at tey ikki kunna gjalda, men tey koma so at gjalda í brúksgjaldi, sigur Jan Christiansen.
Brúksgjaldið hjá Smyril Line verður tvær milliónir um árið tey næstu trý árini, og hetta svarar sostatt til teirra part av kostnaðinum. Tornið verður mett at fara at kosta einar 17 mió.
Eftir trý ár skal Smyril Line gjalda ein part av gjaldinum fyri veðlíkahald og reingerð v.m. fyri tornið.
Tornið fer at kunna nýtast til nýggja suðuroyarskipið eisini, men tað verður av ongum, so leingi landið ikki er sinnað at gjalda so ella so, sigur Jan Christiansen.
Sum støðan er nú, eru land og kommuna langt frá hvørjum øðrum í spurninginum um, hvør skal gjalda fyri atløguplássið til nýggja suðuroyarskipið, ið verður sett í sigling á heysti 2004.
Kommunan hevur verið í Danmark saman við skiparanum á Smyrli og roynt seg í einum simulator, og tað hevur víst, at ætlarnirnar við atløgubryggju fara at rigga væl, men trupulleikin er bert tann, at eingin vil gjalda.
Skal Tórshavnar kommuna gjalda ? og tað kann henda seg ? so fer kommunan at krevja peningin innaftur á ein ella annan hátt.
?Vit vilja hava pengarnir innaftur so ella so. Skal landið eiga part av havnini, so skal ein greið skriftlig avtala fyriliggja, staðfestir Jan Christiansen.