Í morgin kl. 17 hevur Tórshavnar Kamarkór undir leiðslu av Kára Bæk sína árligu jólakonsert sum í ár verður í nýggju stásiligur Hoyvíkar Kirkju Skráin er sera fjølbroytt. Millum annað framførir kórið Magnificat í B-dur eftir Francesco Durante.
Til hetta verkið hevur kórið fingið fimm strúkarar frá Tórshavnar Musikkskúla, eins og tað eisini eru fýra sangsolistar.
Nýggja verkið ?Himin boðar hátign Guðs?, ið Kári Bæk komponeraði til vígsluna av Hoyvíkar Kirkju, verður eisini framført á hesi jólakonsertini. Til hetta verk eru eisini tveir floytusolistar og ein bariton solistur.
Til eina jólakonsert hoyra eisini meira siðbundnir jólasangir, og eru fleiri av hesum slagi esini við á skránni.
Aftrat Tórshavnar Kamarkóri framføra musikkskúlanæmingar eisini nøkur verk á hesi jólakonsertini.