Øll virkini hjá Faroe Seafood eru seld áðrenn tvingsilssøluna, sum skuldi vera í dag, og Tórshavnar Kommuna hevur keypt bygningarnar í Havn. Tórshavnar Býráð hevur í morgun samtykt at keypa bygningarnar hjá Faroe Seafood á Vestaru Bryggju fyri 9,5 miljónir kr. Frammanundan høvdu bæði havnarnevndin og fíggjarnevndin einmælt samtykt at mæla býráðnum til at keypa.
Kommunan eigur frammanundan grundøkið og partar av bygningunum, t.d. saltsøluna og tunnuvirkið, og tí var nátúrligt hjá kommununi at fáa ræðisrætt yvir henda partin eisini.
Kaupthing hevur boðað frá, at bankin sum veðhavari hevur góðtikið, at ognirnar verða seldar Tórshavnar kommunu fyri 9,5 miljónir uttan rakstrargøgn.
Havnar Arbeiðsmannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag hava arbeitt við eini ætlan at keypa maskinurnar, meðan kommunan skuldi keypa bygningarnar. Men Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag sigur, at tey hava ikki keypt maskinurnar - enn í hvussu so er. Hann hevur so einki frætt um tað, tí er ógreitt, um talan er um formalitetir, ella um onkur annar hevur keypt maskinurnar.
Delta Seafood hevur keypt virkið á Tvøroyri, meðan vit enn ikki hava fingið uppspurt, hvør hevur keypt virkið í Miðvági.