RÀS TÒRSHAVN
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur tað vera endaliga staðfest av einum samdum býráð, at ókeypis fylgissveinasjónvarp til borgararnar er ein farin tíð. Júst hvussu ókeypis tað er, liggur upp til einkultu tulkingar. Sum nú er gjalda skattgjaldararnir í Tórshavnar kommunu eina millión krónur á fíggjarætlanini hjá kommununi fyri at hava Rás Tórshavn á skíggjanum .
Rás Tórshavn byrjaði síðst í áttatiárunum at senda fylgissveinasjónvarp til borgarar í Tórshavnar Kommunu (Eisini Argir, sum tá ikki var partur av kommununi). Tað gekk upp á stás fyrstu árini, men so komu trupulleikarnir.
Fyrst var tað MTV, sum fekk ungdómin í høvuðsstaðnum at reisast og savnast í mótmælisgongu móti stongingini av tónleikarásini. Býráðið mátti bara geva ungdóminum tí honum lysti, og MTV kom aftur á skíggjan, men býráðið mátti gjalda fyri at senda rásina. Síðani gjørdist BBC World Service til tvær rásir: Prime og World. Í fleiri ár var stríð um, hvørja av hesum rásunum havnarborgarar skuldu sleppa at síggja, og endin gjørdist, at enn ein meirkostnaður skuldi gjaldast fyri Rás Tórshavn, tí BBC kostaðu eisini at senda. Sostatt gjørdist útboðið fimm rásir, og harav vóru tvær teirra ókeypis. Hetta vardi tó ikki alt ov leingi. Seinasta kapitlið av søguni um Rás Tórshavn varð skrivað, tá Viasat, sum eigur rásina TV3, gav Tórshavnar Kommunu fráboðan um, at nú skuldi kommunan gjalda fyri at senda TV3.
Hetta gjørdist samstundis banasárið hjá Rás Tórshavn, tí kostnaðurin vildi veksa við einum 800.000 kr. árliga, og hetta kendi kommunan seg ikki føra fyri at gjalda. Samstundis varð eisini ásannað, at tíðin við ókeypis rásum var ein farin tíð.
Nógv hevur verið at hoyrt, lisið og sæð um Rás Tórshavn, sum hevur havt ótrúliga stóran týdning fyri borgarar í Havnini.
Jan Christiansen, borgarstjóri, sigur, at teir eru vitandi um týdningin, ið Rás Tórshavn hevur havt og hevur, men teir mugu ásanna, at tíðirnar eru broyttar. Kommunalatilboðið, ið ikki er at síggja aðrastaðni í heiminum, hevur sín uppruna í, at parabol anntennur hóttu við at festa seg á hvørja tekju í kommununi, og hetta vildi kommunan ikki lata sær lynda.
?Tað vóru aðrar tíðir tá. Parabolútgerðin kostaði nógvar túsund krónur, og sjálvar skálirnar vóru eina manshædd í ummáli. Nú eru anntennurnar munandi minni, og kostnaðurin er samstundis eisini nógv minni.
Vit eru tó fullvitandi um, at fólk hava verið ótrúliga glað fyri Rás Tórshavn, men vit hava ikki merkt nakra misnøgd, nú Rás Tórshavn skjótt ikki verður til longur í verandi líki, sigur Jan Christiansen.
Líknandi tilboð
Sum teimum flestu kunnugt, er tað Føroya Tele, sum skal ?yvirtaka? Rás Tórshavn. Síðani Rás Tórshavn byrjaði at senda, hevur Føroya Tele (áður TFL) umsitið sendiútgerðini fyri Tórshavnar Kommunu.
?Tískil var tað ógvuliga natúrligt, at Føroya Tele tók yvir, sigur Jan Christiansen.
Føroya Tele hevur í longri tíð arbeitt við einari ætlan, sum snýr seg um at bjóða fylgissveina rásir út til borgarar í Havnini og mest sannlíkt eisini aðrastaðni í Føroyum.
Talan skal vera um sama útbreiðsluhátt í Havnini, so sleppast kann undan teimum umtalaðu parabolunum á húsaveggjunum. Hvørt húskið sær fær møguleikan at ogna sær ein sokallað boks, ið umbrýtur tað talgilda signalið til myndir á skíggjanum.
?Vit hava tryggjað okkum, at borgarnir fáa eitt eins gott tilboð, sum teir longu fáa. Tað vil siga, undirhald, ítrótt , mentan v.m., sigur Jan Christiansen.
Tað verður talan um ein programmpakkar av onkra slag, ið Føroya Tele fer at bjóða út við einum úrvali av rásum.
Eftir hvat skilst, so verður TV3 sent ókeypist út so leingi samráðingar eru millum teir og Føroya Tele.
Eisini yvirtekur Føroya Tele alla útgerðina, sum kommunan áður hevur átt.
Andras Róin sigur, at teir arbeiða við málinum í seinni í vikuni koma teir at almannakunngera ein part av ætlanunum.