Tórshavnar kommuna stykkjar út í Nólsoy

Tórshavnar kommuna lýsir í hesum døgum í bløðunum eftir áhugaðum keyparum til

grundstykki í Nólsoy Kommunan hevur ætlanir um at stykkja út níggju grundstykki einum øki oman fyri dagstovnin. Tey verða 500 m2 til støddar, og

kostnaðurin er mettur til 560 kr/m2.

Heðin Mortensen, borgarstjóri sigur við heimasíðuna hjá kommununi, at grundstykkini hava verið boðin teimum, ið standa á bíðilista til grundstykki í Nólsoy, men hetta gav einki úrslit. Tí verða grundstykkini nú seld í almennari sølu. Havast skal tó í huga at úrslitið ávirkar

endaligu støðuna, hvørt útstykkingin í Nólsoy verður av nøkrum á hesum sinnið.

Borgarstjórin vónar at keyparar eru, ið vilja seta búgv í Nólsoy og soleiðis skapa

menning í oynni.

Freistin at boða kommununi frá, um ein er áhugaður at keypa eitt grundstykki, er

sett til 16. mars 2009. Fráboðanin skal latast kommununi skrivliga saman við váttan

frá peningastovni um, at fígging er í lagi, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.