Tað er langt frá ókent, at fyritøkur halda skeið fyri starvsfólkum sínum. Men tá fyritøkan er so stór sum at telja umleið1300 starvsfólk, so er tað ikki bara sum at siga tað.
- Vit hava í eina tíð fyrireikað hendan dagin saman við Copenhagen Coaching Center, og temaið fyri dagin er virðir, sigur Jens Marius Poulsen, kommunustjóri.
Tey umleið 120 fólkini í miðfyrisitingini møttu í Norðurlandshúsinum klokkan 09.00 í morgun, og eftir at boðið var vælkomin og greitt frá skránni fyri dagin, varð farið undir bólkarbeiði. Arbeitt varð saman í bólkum upp á fýra fólk, har ein skuldi siga frá onkrum positivum um virðir, sum hann ella hon høvdu verið úti fyri, ein annar skuldi spyrja, meðan tey tvey seinastu skuldu notera. Soleiðis gekk hetta upp á skift, til øll høvdu sagt sína søgu.
Eftir hetta varð alt samankókað og kjakast um.
- Vit skulu minnast til, at hjá kommununi er talan um eina einarfyrisiting, og ikki sum hjá landsstýrinum, har fyrisitingin er býtt upp í átta ymisk stýrir. Talan er um tvørfakligt arbeiði, sum fer út í hvønn krók í kommununi, sigur Jens Marius Poulsen.
Arbeiðsgleði
- Tað er klárt, at á vit skipa fyri einum slíkum degi, so er endamálið at skapa samanhald og arbeiðsgleði, og hetta skal so síggjast aftur í einari betri tænastu til borgaran, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Og tað er ikki bert miðfyrisitingin, sum hevur temadag í dag. Runt um á stovnum og býlum í kommununi sita starvsfólk og viðgerða evnið virðir.
- Tað veri seg barnagarðar, ellisheim, sløkkiliðsstøð og brennistøð. Snøgt sagt allir kommunalir stovnar viðgera evni fyri evnisdagin, sigur Heðin Mortensen.
Klokkan 11.30 verður ein fyrilestur um virðir, og eftir døgurða verður ein sonevnd virðiscafé. Klokkan 15.20 verður tikið saman um, áðrenn temadagurin endar klokkan 16.
»Í innanhýsis skrivi sigur býráðið um, hvørji úrslit stjórnin ynskir av degnum:
Umframt eitt felags stýringsamboð, ynskja vit fyrst og fremst, at arbeiðið við at fáa virðini fram fer at geva størri arbeiðsgleði. At vit fáa eina betri fatan av at hava somu kós og arbeiða sum ein heild, og at hvør einstakur fær eina uppliving av betri samlagi og størri ávirkan«.
Bæði borgarstjórin og kommunustjórin vóna, at dagurin fer at enda við størri samanhaldi, størri arbeiðsgleði og betri førleika hjá starvsfólkunum at veita borgarunum eina enn betri tænastu.