Tórshavnar kommuna hevur avgjørt at víðka um Heimavitjunartænastuna við at seta ein fysioterapeaut í fast starv, sum fer at hava holdvenjingar á Tjarnargarði til pensionistar, sum búgva heima - Fysioterapeutur hevur fyrr verið og havt liðvenjingar á Tjarnargarði. Fyrst var tað gjørt sum ein verkætlan á heysti 2006. Hetta vísti so góð úrslit at Almanna- og Heilsumálaráðið, saman við Tórshavnar kommunu játtaðu, at fíggja starvið frá 1. apríl 2007 og árið út, sigur Halla Samuelsen, sum er forkvinna í sosialu nevnd hjá Tórshavnar Býráð. Hon vísir á, at síðani er alt steðgað upp. Ringt var at fáa at vita um Almanna- og Heilsumálaráðið framhaldandi vildi seta pening av til hetta endamál.
- Eftir at eg kom í Býráðið í januar 2008 fyri Katrin Dahl Jakobsen og bleiv forkvinna í Sosialu nevnd, tók eg hetta mál uppaftur. Málið bleiv einmælt samtykt av øllum býráðslimum, at víðka um Heimavitjunartænastuna, so at allir pensionistar í TK, sum búgva heima, kunnu fara á Tjarnargarð at gera fimleik.
Umsóknarbløð verða løgd út m.a. í Tilhaldinum, Pensionistafelagnum og á heimasíðuna hjá TK, sigur Halla Samuelsen.