Tórshavnar kommuna fer nú undir eina royndarverkætlan, ið skal gera greitt, hvat tað er fyri lívrunnið burturkast, ið húsarhaldini í Tórshavn hava við hús, og hvussu tað kann eydnast at gera burturkastið til sankutøð.
Sankutøð er tað, sum vit vanliga kalla fyri kompost, og sum so at siga allir urtagarðsmenn um allan heim nýta at taða urtagarðar við.
Tórshavnar kommuna sóknast í hesum sambandi eftir 20 húskjum, sum eru áhugað í at skilja lívrunnað burturkastið frá hinum burturkastinum og at gera sankutøð.
– Húskini skulu í mesta lagi framleiða 10 cm3 av lívrunnum burturkasti um dagin og skulu hava áræði at fara undir eina nýggja avbjóðing.
Harumframt skulu húskini taka lut í spurnarkanningum og samrøðum um royndirnar av at gera sankutøð. Øll húskini, ið taka lut í royndarverkætlanini, fáa útlutað sokallaðar bokashi-spannir til sankutøðið.
Í sambandi við nýggja fokusøkið hjá Tórshavnar kommunu er Sunniva Gudmundsdóttir Mortensen, fólkalívsfrøðingur, eisini farin undir greinarøð á heimasíðuni hjá kommununi, ið greiðir frá um rávørur í nærumhvørvinum.
Fyrsta greinin hjá Sunnivu Gudmundsdóttir Mortensen er um sankutøð, og kann lesast á heimasíðuni hjá kommununi.