Tórshavnar manskór skal hava konsertir bæði á Sælandi, Jútlandi og á Als Klokkan 17.30 í morgin fer Tórshavnar Manskór - um øskan vil - við flogfari til Keypmannahavnar.
Á skránni hjá manskórinum í Danmark eru bæði konsertir, og at syngja á stóru kórlandsstevnuni, sum verður á oynni Als í Suður-Jútlandi.
Fyrsta konsertin hjá Tórshavnar Manskóri verður í Samuelskirkjuni í Keypmannahavn týskvøldið 25. mai klokkan 19.30.
Mikukvøldið 26. mai klokkan 19.30 fer manskórið at hava konsert í Sorø Klosterkirke á Sælandi.
Hóskvøldið 27. mai klokkan 19.30 hevur manskórið konsert í Fredericia í Jútlandi.
Úr Fredericia gongur leiðin til oynna Als, har Tórshavnar Manskór saman við manskórinum ?Vos Aros? skal hava eina konsert í tí framúrskarandi konserthøllini, sum eitur ?Alsion?. Henda konsertin verður fríggjakvøldið 28. mai klokkan 20, og hevur konsertin heitið ?MandskorMesterMøde?.
Leygardagin 29. mai fer Tórshavnar Manskór at taka lut á tí stóru landskórstevnuni, sum verður á Als. Byrjað verður við einari felags skrúðgongu um morgunin, og fyrrapartin henda dagin fer Tórshavnar Manskór saman við einum øðrum kóri at syngja á gøtuhornum og á torgum í Sønderborg.
Klokkan 15 leygardagin verður tann stóra felagskonsertin í Alsion, har Tórshavnar Manskór eisini fer at taka lut.
Mett verður at kórið er sera væl fyri, og fyri stuttum hevði kórið konsertir í Mullers Pakkhúsi í Havn, og í mentanarhúsinum í Fuglafirði, har kórið fekk sera góð skoðsmál.
Sangskráin hjá kórinum er sera fjøltáttað, har sungið verður á fleiri tungumálum.