Tórshavnar Manskór fer at hava jólakonsert í Eiðis kirkju sunnudagin tann 12. des. kl. 16.00. Hetta er tann fyrsta av tveimum jólakonsertum, sum Manskórið fer at hava á hesum sinni. Seinna konsertin verður í Havn. Tórshavnar Manskór var á sangferð kring Føroyar fyrr í ár, og kann hetta sigast at vera framhald av hesum konsertum - umframt at vera vanlig jólakonsert sum vit kenna tær.
Jólakonsertirnar hjá Tórshavnar Manskóri verða fjølbroyttar í ár. Umframt at syngja kendar jólasangir, so fer kórið eisini at syngja eitt úrval av sangum úr fløguni. »Vit eru føroyingar«, sum Manskórið gav út í summar.
Løgini á fløguni »Vit eru føroyingar« eru nakrar spennandi tulkingar av løgum - bæði svenskum, norskum og eisini teimum báðum íslendsku løgunum »Takkarbæn« og »Nú hnigur sól«. Haraftrat eru sjálvandi fleiri føroyskir sangir.
Umframt kórsang, so verður solosangur eisini á skránni. Solistur verður Ólavur Jøkladal og klaverfylgispælið hevur Árni Hansen. Leiðari í Tórshavnar Manskóri er Bjarni Restorff.
Tórshavnar Manskór hevur havt eitt virkið sangár í 1999. Kórið hevur verið á konsertferð millum annað í Hesti, Skúvoy, Trøllanesi, Vágunum og Vestmanna.
Fløgan »Vit eru føroyingar«, sum kórið gav út í summar er onnur fløgan við Tórshavnar Manskóri.
Kórið hevur stórar ætlanir fyri komandi ár. Millum annað er uttanlandsferð á skránni.