Við sær at framføra hava teir m.a. nýtt kórverk kallað "Vetrarkæti", sum kórleiðarin Bjarni Restorff hevur skrivað, og sum Hanus Andreasen hevur skrivað tekst til.
Kórið hevur verið á nøkrum konsertferðum, og leitar aftur út í heim í summar. Kórið fer í juli til Danmarkar, har tað hevur samband við eitt manskór á Fjóni. Eftir at hava sungið á Fjóni gongur leiðin til Svøríkis og at enda til Linz í Eysturríki, har luttøka í fyrstu kórolympiadu nakrantíð er á skránni.
Kórolympiadan stórt tiltak
Kórolympiadan er sera stórt tiltak. Higartil eru uml. 360 kór úr uml. 80 londum runt allan heimin tilmeldaði. Væntandi verða á leið 8-9000 sangarar í Linz hesar dagarnar. Aftrat hesum talinum koma vónandi nógvir áhoyrarar.
Her fer kórið at kappast ímóti 10-15 øðrum manskórum úr øllum heiminum, sum eru á stødd við Tórshavnar Manskór.
- Hetta er sjálvandi stór avbjóðing at seta sær listarliga, men uttan støðugar avbjóðingar kemst ikki víðari, sigur nevndin í kórinum.
Umboða Føroyar
Greitt er, at kórið á tílíkari ferð umboðar almennu føroysku tjóðina, umframt høvuðsstaðin Tórshavn, ið manskórið ber navnið eftir.
- Á tílíkari ferð er sjálvandi eisini møguleiki at føra lýsingarherferð fyri Føroyar, og hetta hava fleiri fyritøkur tikið til sín og lýst í lýsingarfaldara, sum kórið letur gera; tí sum áður nevnt er kontaktflatin stórur við tílíkt tiltak. Talan er sostatt um framtak á nógvum økjum, sigur nevndin at enda í tíðindaskrivi.
Fyri at hjálpa um fíggingina av ferðini verður skipað fyri dansitiltaki í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið 13 mai kl. 23.00-03.30, har teir vælkendu Julianneboys fáa alt at svinga við góðum dansitónleiki, ið vendir sær til allar aldursbólkar millum 20 og 80 ár.
Høvið verður eisini at keypa sær okkurt til matna, og okkurt at leska sær við.