Síðst í november 2006 vóru liðin tjúgu ár síðani Tórshavnar Manskór fór undir regluligar venjingar. Í tí sambandi skipar Tórshavnar Manskór fyri einari jubileumskonsert í Norðurlandahúsinum 3. februar kl. 16:00. Á konsertini er eitt breitt úrval av sangunum, sum Manskórið hevur sungið hesi 20 áruni. Eisini verða fleiri nýggir sangir við. Til høvið lutaka ymsir solistar m. a. Kári P. Leivsson, Peter H. Niclasen, Berghild Poulsen, Kristel Lisberg, Sigrið Rasmussen, Andrias Reinert, Birgir Krossteig, Fróði Sandoy, Tór Verland Johansen og fleiri. Eisini fara nakrir av dirigentunum, sum Mankórið hevur havt at vera við. T. d. Knút Olsen og Sunnleif Rasmussen.
Stovnanin:
Á heysti 1986 varð Tórshavnar Manskór sett á stovn. Stigtakararnir vóru Kári av Reyni, sáli og Bjarni Restorff, kórleiðari.
Kári av Reyni (1947 –2006) er sonur kenda listamannin Ingolf av Reyni. Kári hevði stóran áhuga fyri tónleiki og kórsangi, og hann var eisini sera virkin í ymiskum kórum í Havn, har hann mangan við síni ljósu tenorrødd sang solo. Fyri nøkrum árum síðani gav hann út fløgu við føroyskum sangi, sum er væl umtókt av fólki.
Bjarni Restorff (1956) hevur fingið tónleik inn við móðurmjólkini. Hann er sonur Frans Restorff og Magnu Hansen úr Nólsoy. Kom ungur at ganga til klaverspæl hjá the Grand Old Lady innan føoyskt tónleikalív Rigmor Restorff. Bjarni hevur lisið tónleik á Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, við klaveri og kórleiðslu sum sergrein. Bjarni er ein av nýggja ættarliðnum av kórleiðarum, sum hevur havt stóra ávirkan á kórlívið í Føroyum.
Eitt sindur av søgu:
Frá síðst í 1960’unum til fyrst í 80’unum var ikki nógv kórvirksemi í Havn. Tað vóru so at siga bert tvey almenn kór: Kristiliga Sangkórið og Havnarkórið, ið bæði vóru »blandað kór«. Kórini bæði kappaðust á fleiri økjum við meira ella minni hepni øll árini, tey vóru tveyeini.
Fyrst í 80‘unum kom ein nýggj frítíðarskipan í gyldi í Føroyum, ið avloysti ta gomlu kvøldskúlalógina frá mitt í 30’unum. Henda skipan gav nýggjar møguleikar. Tey bæði »gomlu kórini« – ið nærum høvdu slitið alt tað føroyska sangreportoirið – komu undir hesa skipan. Fleiri nýggj kór, við eitt sindur øðrvísi sangskrá og klangi, spruttu burtur úr hesi skipan. Og í 86/87 vóru ikki færri enn 8 almenn kór í Havn: Kristiliga Sangkórið, Havnarkórið, Gentukórið, Føroyakórið, Rytmiska kórið (Glymur), Tórshavnar Kamarkór, Cantus Borealis og Tórshavnar Manskór, sum varð stovnað í november 1986 – tó ikki undir frítíðarskipanini.
Longu 100 ár frammanundan í 1886, tá fólkatalið í Havnini var um 1.200, var eitt manskór í býnum. Hvør var leiðari og hvat reportoire, teir av fyrstan tíð høvdu, er ilt at siga, men trúligt er, at ein maður sum Anton Degn hevur havt stóra ávirkan. Hann gjørdi fleiri útsetingar til manskórið; millum annað Kvívíkstátt. »Teir gomlu« fylgdu væl við øllum, sum fór fram úti í tí víðu verð. Hetta sæst aftur í gomlum sangskráum. t.d. framførdu teir longu fyrst í síðstu øld »Pílagrímskórið« hjá Wagner, sum doyði so seint sum 1883.
Í 1920’unum, meðan J. Waagstein var kórleiðari, skifti »Thorshavns Musikforening« (stovnað 1893), ið manskórið var partur av, navn til »Tórshavnar Sang- & Musikkfelag« – og seinri til »Havnar Sangfelag«. Í 1940´unum tók Gunnar Mikkelsen við, og hevði hann Havnar Manskór til 1957. Tey næstu mongu árini var einki manskór í Havnini uttan til onkur serstøk høvi.
Ikki fyrr enn tredivu ár eftir – tá fólkatalið í Havn var um 14.000 – sá Tórshavnar Manskór dagsins ljós. Fyrstu ferð kórið sang alment, var á konsert hjá harmoniorkestrinum GHM í Norðurlandahúsinum í 1987.
Síðan tá hava sangtiltøkini verið mong, íalt eini 300. Jarðarferðir, jólaløtur á Lágargarði, fimleikaframsýningar, kórstevnur, komponistakapping, konsertir, “tit ringja vit syngja.” Útgivið tvær fløgur, skipað fyri einari manskórstevnu og ikki minst nakrar uttanlandsferðir: 1993 í Íslandi, har kórið sang saman við Karlakóri Reykjarvikar. 1994 í Danmark, Onglandi, Skotlandi og Wales, har kórið luttók í einari manskórkapping (Llangollen International Musical Eisteddfodd), har kórið fekk eitt sætta pláss. Hettar man vera fyrstu ferð nakað kór úr Føroyum hevur verið til eina sangkapping. 1996 vitjaði kórið grannarnar í Hetlandi. Í 1997 gjørdi kórið konsertferð til Baltisku londuni: Estlandi, Letlandi og Litauen. Í 2000 var kórið á Internationalari kórkapping í Linz í Eysturríki, har kórið fekk eitt silvurmerki. Aftur í 2003 var kórið til eina manskórskapping í Cornwall í Ongland. Her gjørdis kórið nr. 3 og fekk eitt bronzumerki. Seinasta uttanlandsvitjanin var í 2005 í Íslandi, har hevði kórið tríggjar konsertir. Eisini tók kórið lut á einari landsmanskórstevnu saman við umleið 1.000 øðrum íslendskum manskórsangarum og einum symfoniorkestri.
Vitjanir uttanífrá:
Tórshavnar Manskór hevur fleiri ferðir sungið saman við íslendskum kórum, bæði í Føroyum og í Íslandi. Hetta var millum annað, tá kórið var á konsertferð í Íslandi í 1993. Tá sungið varð saman við Karlakóri Reykjavíkar. Karlakór Reykjavíkar var á vitjan í Føroyum í 1995, har teir høvdu konsert í Norðurlandahúsinum og í Christianskirkjuni í Klaksvík, har Tórshavnar Manskór eisini medvirkaði. Tórshavnar Manskór hevur havt konsertir í Føroyum í 2003 saman við Karlakórinn Jøkull og Karlakórinn Fóstbræður, og í mei 2004 vórðu hildnar tvær konsertir saman við Karlakórinn Ernir, ein í Fuglafjarðar Kirkju og ein í Norðurlandahúsinum. Á várið 2005 var Karlakór Rangæinga á vitjan í Føroyum. Tá varð hildin felags konsert í Vesturkirkjuni. Eisini hava vit havt eina manskórvitjan úr Norra og eina vitjan av kvinnukórinum ”Vox Femina” úr Svørríki á vári 2006
Vitjanir innanlands:
Kórið hevur altíð lagt dentin á tað føroyska og soleiðis eisini at koma runt í Føroyum at syngja. Roynt hevur verið, at vitja so nógv støð sum gjørligt, og higartil hevur kórið vitjað nærum allar oyggjarnar í Føroyum, m. a. Suðuroy, Nólsoy Skúvoy, Hestoy, Sandoy, Fugloy, Svínoy, Borðoy, Kallsoy, Vágunum, Eysturoy og sjálvsagt Streymoy. Og tær flestu bygdirnar sum har eru.
Sangskráin:
Sangskráin hjá Tórshavnar Manskóri hevur síðani 1986 ligið um einar 100 sangir á ellivu ymiskum málum: føroyskum, íslendskum, norskum, svenskum, donskum, týskum, fronskum, eingilskum, grønlendskum, russiskum og latínskum. Men høvuðsdentin hevur kórið altíð lagt á upprunaligt føroyskt tilfar, - tí syngurvit kórið ikki tað sindrið, sum er á føroyskum, hvør skal so gera tað? Mozart, Verdi, Brahms og aðrar mætar komponistar kann ein hoyra sungnar allastaðni í heiminum, - og ofta eitt sindur betur enn vit eru før fyri at syngja teir. - Hvør kann syngja “Kvæði fremsta framtakskappa landsins” uttan vit sjálvir? Eingin!
At finna føroyskt tilfar fram er ikki bara sum at siga tað, tí meginparturin av tí føroyska tilfarinum er ongantíð givin út á prenti. Tað sindrið, sum finst á prenti, er spjatt fyri vág og vind. Kortini hevur tað eydnast kórinum at finna meginpartin av tí tilfari, sum ein veit um frá millum annað gomlum programmum. Sumt er vánaligt, okkurt er vánaligt plagiat, men inn ímillum eru fleiri perlur.
Fyri at nøkta tørvin á føroyskum tilfari, útskrivaði kórið um heystið 1995 eina føroyska sangkapping - tann fyrsta av sínum slag í Føroyum - fyri manskór, har einastu treytirnar vóru, at tilfarið skuldi vera klárt at syngja, og at sangirnir skuldu latast inn áðrenn 1. januar 1996
Allir sangirnir vórðu sungnir í Norðurlandahúsinum tann 25. mai 1996. Fyri at finna tríggjar teir bestu sangirnar, vórðu bidnir Bjarna Berg, Zacharias Sørensen, Ove Olsen, og Jákup Magnussen, allir kendir innan ta heimligu musikkverðina, um at døma. Umframt teir, fingu áhoyrararnir høvið at siga, hvønn sang teimum dámdu best tí atgongumerkið var samstundis ein atkvøðuseðil. Teir 4 dómararnir og publikum áttu 50% av stemmunum í part. - Vert er at nevna, at hvørki dómarar ella áhoyrarar vistu, hvørjir komponistarnir vóru.
Fyri at alt skuldi fara fram so rætt sum gjørligt, heittu vit á Jógvan Amonsson, grannskoðari og var hann so beinasamur at standa fyri allari atkvøðugreiðsluni, meðan Kári Mouritsen var so beinasamur at gera viðmerkingar. Úrslitið av kappingini gjørdist hetta:
Argos: Tróndur Bogason Hansen
Máldrykkjan endað: Pauli í Sandagerði og Regin Dahl
Tvær Yrkingar: Leif Hansen og Jónfinn Jacobsen
Jubileumskonsertin hjá Tórshavnar Manskóri tann 3. februar í Norðurlandahúsinum kl 16:00 varar ein tíma og trý korter. Tað er leingi! Men hon verður fjølbroytt og á ongan hátt keðilig, men heldur øvugt: Hon verður undirhaldandi!