Seinastu tíðina hava fleiri føroysk tiltøk verið í Keypmannahavn fyri at freista lesandi og útisetar at koma heim aftur á klettarnar, men alsamt fleiri føroysk lesandi velja at taka útbúgving uttan fyri Keypmannahavn, og serliga í Aalborg er stórur vøkstur av lesandi úr Føroyum.
Føroyingafelagið í Aalborg, sum hevur 40 ár á baki, hevði í fjør metár við heili 285 limum, harav 42 eru børn undir 18 ár. Felagið hevur seinastu tíðina gjørt nógv fyri at menna tiltøk fyri føroyingar í økinum og soleiðis røkja tilknýtið til Føroyar.
Í morgin - fríggjadagin 1. mars - verður so tiltakið Tórskvøld í Aalborg, sum Føroyingafelagið skipar fyri saman við Tórshavnar kommunu og Hugskotinum. Á skránni verða framløgur um møguleikar í Tórshavnar kommunu, umframt at fokus verður á at skapa egið starv eftir lokna útbúgving.
Harumframt eru umboð fyri Hugskotið og Tórshavnar kommunu boðin á fund við Universitetið í Aalborg við tí fyri eyga at fáa íblástur frá teirra arbeiði at menna íverksetaraumhvørvi á Universitetinum, umframt at hoyra nærri um teirra góða sambandið millum lesandi og vinnulív, sum Universitetið er serliga kent fyri.
- Tórskvøld í Aalborg verður fríggjakvøldið 1. mars klokkan 19. Avmarknað pláss er, og tilmelding fer fram á torskvold(at)torshavn.fo, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið í Aalborg í annaðkvøld.