Tórsvøllur tendrar týskvøldið

Nýggju ljósini á Tórsvølli verða tendrað fyri fyrstu ferð týskvøldið 30. august kl. 19.30. Føroyska A-landsliðið í fótbólti fer tá at hava sína fyrstu venjing á Tórsvølli í sambandi við landsdystin Føroyar – Italia.

Í hesum sambandi fer formaðurin í Fótbóltssambandinum, Christian Andreasen, at siga nøkur orð, og síðan verður tað Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum fer at tendra ljósini, áðrenn landsliðsleikararnir við Brian Kerr landsliðsvenjara á odda byrja venjingina.

Hetta er eitt gott høvi hjá almenninginum at koma á Tórsvøll at síggja og uppliva nýggju ljósskipanina, ið nú svarar øllum altjóða krøvum.

(Mynd: Ein fegin borgarstjóri, Heðin Mortensen og FSF-formaður Christian Andreasen)