Tórun væl ílatin

Tórunn Ellingsgaard, ið var samskipari av Clinton vitjanini, var bókstaviliga væl ílatin til arbeiðið.

Tað var nevniliga føroyski sniðgevin Beinta Poulsen, ið hevði sniðgivið klæðini, sum Tórunn var í.

Beinta Poulsen er annar av eigarunum og sniðgevunum av merkinum SoulMade.

Tær byrjaðu við einum haldli á Vesterbro, men tá tær byrjaðu at fáa vind í seglini, gjørdu tær av at lata handilin aftur, og heldur savna seg um at selja á heilsølu til aðrar handlar. Tær selja m.a. til Illum á Strøgnum, umframt 30 aðrar handlar í Danmark. Eisini selur Beinta Poulsen klæði síni í Svøríki, Hollandi, Týsklandi, USA og Føroyum.

Hóast kvinnurnar handan SoulMade byrjaðu tværeinar, so hava tær í dag fleiri fólk í arbeiði. Eitt starvsfólk er fulla tíð, eitt er hálva tíð, og nøkur arbeiða freelance. Harumframt hava tær søluumboð í Hollandi, og tær arbeiða í løtuni við at finna søluumboð bæði í Japan og Norra.

Heimasíða: www.soulmade.nu