Tórur í Lítluvík

.

Í gjár lat Tórur Andreasen upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítlivík.

Tórur hevur siglt úti og róð út, men hevur nú lagt seg eftir at mála. Hann er ikki gamal í garði, tá tað kemur til at sýna fram. Hann hevur sýnt fram einaferð áður og tað var fyrr í ár. Annars hevur hann málað fyrr í styttri tíðarskeið. Hetta var í 1968 og í 1977. Nú hevur hann so aftur tikið pensil í hond og á framsýningini í Lítluvík eru 24 málningar, ið eru málaðir í ár, umframt okkurt annað ískoyti. Talan er um naturalistiskar myndir.

Sýningin er opin allar dagar frá klokkan 15 til 20 og hon heldur fram til tann 14. desember 1999.