Síðstu tíðina hevur tað ikki gingið væl hjá næstbesta KÍ liðnum.
Eftir fýra tap á rað bragdaði tað aftur, tá ið Suðringar seinnapartin vóru í Klaksvík.
Klaksvíkingar vunnu 8-2 og halda harvið tørn um bronsuplássið.
KÍ hevur 53 stig og er fýra stig frammanfyri B68, sum hevur tveir dystir eftir, meðan KÍ hevur ein dyst eftir. Hann verður um eina viku í Gundadali ímóti HB.
Klaksvíkingar vóru frammanfyri 4-0 eftir fyrra hálvleik og vunnu 8-2.
Átjan ára gamli Tórur Jacobsen skoraði trý mál, Eivin Sørensen skoraði tvey mál, og hini KÍ málini skoraðu Teitur Fles, Fróði Mørkøre og Helgi Simonsen.
Í seinna hálvleiki minkaði Pætur Augustinussen um munin til 4-1, og John Marni Lindenskov minkaði um munin til 7-2.