Frá leygarmorgni árla og út á dagin vóru í útvarpinum áhaldandi endursendingar um skilið í Gaza. Við messurødd var ein vavstur av ákærum móti Ísrael varpaðar lurtarunum, har eitt konglomerat av keldum vóru grundarlagið. Independent, Reyði Krossur, norskur lækni, omma úr Gaza og onnur lýstu teir ræðuleikar, sum ísralear høvdu forvolt palestinum tær tríggjar vikurnar, sum kríggið í Gaza vardi.
Øll munnu vera samd um, at við kríggi fylgja ræðuleikar og vanlagnur, sum eru ótolandi. At kríggj og harðskapur er av tí ónda, eiga tað ikki at vera deildar meiningar um.
Kortini er mangastaðni um allan heim kríggj og forfylging gerandiskostur, har 100-túsundtals fólk árliga verða kúgað, særd ella dripin. Tað løgna er tó, at vit hoyra so lítið til ringa skilið í mun til allar ræðuleikarnar.
Munur á
Øðrvísi er við stríðnum millum Ísraelar og palestinar (Hamas). Her eru miðlarnir á tremur við ákærum móti Ísrael. Seinasta nýggja eru so krígsbrotsverk.
At Hamas farnu árini hevur sent út við 7000 rakettir inn í Suðurísrael hevur tó lítið tíðindavirði.
At Hamas uttan ávaringar sendir deyða inn í fjølbygd øki við eittans endamáli at ræða, skaða og drepa verður nærum ikki tikið upp á tungu.
At Hamas byggir alt sítt tilvergrundarlag á at javna Ísrael við jørðina og at reka allar jødar til havs verður tagt burtur.
At Hamas, stuðlað av Iran, er javnbært við islamiska fundamentalismu, har javnrættindi og virðingin fyri mannalívum er undantakið, meðan kúgan og dráp er meginreglan, verður góðtikið.
At Hamas er veruliga forðingin fyri friði millum Ísrael og grannarnar hevur ongan áhuga.
Og at Hamas undir krígnum herfyri nýtti møguleikan at drepa og burturbeina hópatals moderatar Fatah-palestinar og familjur teirra umframt, at Hamas jagstraði, píndi og særdi hundratals aðrar Fatah-limir, verður slettis ikki nevnt.
Endursendingar
Nei, tá er ómakin lættari at lesa 7 minuttir langan tendensiøsan tíðindastubba í almenna útvarpinum frá morgunstundini leygardag og so endursenda hann allan fyrrapartin og á middegi, fyri so at vinkla tíðindini av nýggjum leygarkvøldið.
Mundu Al Jazeera og Al Arabiya ikki havt undrast á føroysku lýsingini av støðuni í Gaza?
Seinasta vikan var hendingarík. Endursendingin av morgunlestrinum oyðilegði sendiflatuna, segðist. Og ístaðin fingu vit leygardagin annan morgunlestur, har Gaza var á skrá. Har Ísrael fekk toyggið og har islamistiska Hamas umvegis útleggingina varð friðað?! Forrestin, so var økisval í Irak fríggjadagin – uttan harðskap og dráp. Loksins ein sólskynssøga haðani, sum eisini Independent bar. Hvør frætti um tað?