Í Suðuroy er tørvur á minst 20 búplássum afturat á ellis- og røktarheimum.
Tað vísir ein nýggj uppgerð, sum Suðuroyar ellis- og Røktarheim hevur gjørt saman við Nærverkinum fyrr í summar.
Annars hevur Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, upplýst, at tað er bara bráðneyðugur tørvur á plássum til sjey fólk á ellis- og røktarheimum í Suðuroy.
Hetta váttar Anna Djurhuus, leiðari á Suðuroyar ellis- og røktarheimið eisini.
Men hon sigur, at hetta skal takast við einum ávísum fyrivarni.
- Her er bara talan um røktarsjúklingar, sum liggja innlangdir á sjúkrahúsi, tí onki pláss er fyri teimum nakrastaðni á ellis- og røktarheimi.
Annars sigur hon, at tey hava ein bíðilista upp á 13 afturat fólk, sum eru so vánalig, at tey eiga at sleppa á eitt ellis og røktarheim.
Her er talan um fólk úr allari Suðuroy.
Men harumframt hevur Suðuroyar ellis- og røktarheim eisini 25 aðrar umsóknir liggjandi frá fólki, sum nokk ikki hava bráðneyðugan tørv at fáa búpláss.
Her er talan um fólk, sum kortini ikki eru betri fyri enn so, enn at summi av teimum eru til umlætting á ellis- og røktarheiminum av og á fyri at lætta um hjá familjuni.
Annars klára tey seg heima við heimahjálp og við hjálp frá familju.
- Men síðani listin varð uppgjørdur fyrst í juli, eru nøkur av teimum eisini blivin so vánalig, at tey kundu saktans komið á heimið at búð, sigur Anna Djurhuus.
Vilja búgva saman
Tað er óvirðiligt, at fólk, sum onki hava við hvørt annað at gera, verða tvingað at búgva saman á tveymannakamari á elliso og røktarheimum.
Tað er grundgevingin hjá Rósu Samuelsen fyri at niðurleggja tveymannakømrini á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi.
Hesum er Anna Djurhuus, leiðari á ellis- og røktarheiminum á Tvøroyri, púra samd um.
Men hon sigur kortini, at tað kemur fyri í ávísum førum at tvey eldri vilja búgva saman, hóast tey ikki kennast.
Men hon leggur kortini afturat, at hetta er undantaktøk
- Tað eru nøkur, sum eru ótrygg at vera einsamøll og tí vilja tey heldur búgva á tveymannakamari, sigur hon.
1365 krónur
Prísurin fyri eitt búfólk á einum ellis- og røktarheimið er 1365 krónur.
Hetta er tann játtanin, sum heimini fáa fyri hvørt búpláss.
Hóast ein song á einum sjúkrahúsi kostar fimm ferðir so nógv, eru tað fleiri røktarsjúklingar, sum eru meiri og minni varandi innlagdir á sjúkrahús, tí tað er ikki pláss fyri teimum á nøkrum eldraheimi
Rósa tigur
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, Rósa Samuelsen, hevur onga viðmerking til málið, tí tað er til politiska viðgerð í samgongini í hesum døgum.
Les eisini greinina: Tørvur á minst 20 plássum afturat